Bridge
FM lið
1.deild
Teir seinastu dystirnir í innleiðandi kappingini verða spældir í skúlanum í Runavík vikuskiftið 9 ? 10. februar. Byrjað verður fríggakvøldið kl. 19.00 og hildið verður fram leygarmorgunin kl. 11.00.
Nú bara trý umfør eru eftir at leika í innleiðandi kappingini er næstan greitt, hvørji fýra lið koma í finaluna. Liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Allan, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr) hevur verið í einum flokki fyri seg. Føroyameistararnir frá í fjør, Farodane (Bogi Simonsen, Niels Nielsen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen) eru eftir eina laka byrjan komnir væl við aftur. Liðini hjá Carl Mikkelsen og Magna Jøkladal liggja eisini heilt væl fyri.
Støðan eftir 7 umfør:
1. Allan Dal-Christiansen 152
2. Farodane 128
3. Símin Lassaberg 121
4. Carl Mikkelsen 111
5. Gunnar Mouritsen 64
6. Oddmar Danielsen 38
Spælt verður soleiðis í Runavík:
Fríggjakvøldið:
Allan Dal-Christiansen ? Oddmar Danielsen
Símin Lassaberg ? Farodane
Carl Mikkelsen ? Gunnar Mouritsen
Leygardagin:
Oddmar Danielsen ? Gunnar Mouritsen
Farodane ? Carl Mikkelsen
Allan Dal-Christiansen ? Símin Lassaberg
Símin Lassaberg ? Oddmar Danielsen
Carl Mikkelsen ? Allan Dal-Christiansen
Gunnar Mouritsen - Farodane
2.deild
Teir seinastu dystirnir í 2.deild verða eisini leiktir í skúlanum í Runavík 9. og 10. februar. Tey bæði liðini, sum enda fremst í 2.deild, skulu seinni í ein bólk saman við teimum báðum aftastu í 1.deild at spæla um tvey pláss í 1.deild komandi ár.
Støðan og skráin fyri 2.deild er henda:
1. Jóna Grunnveit 232
2. Hanus Bærentsen 220
3. Eyðun Anthoniussen 174
4. Henny Egholm 147
5. Gullkonto 143
6. Danny Transport 139
7. Haldur Ellingsgaard 131
8. John Reid Skoralíð 111
Fríggjakvøldið:
Hanus Bærentsen ? Gullkonto
Jóna Grunnveit ? John Reid Skoralíð
Henny Egholm ? Haldur Ellingsgaard
Eyðun Anthoniussen ? Danny Transport
Leygardagin:
Henny Egholm ? Hanus Bærentsen
Danny Transport ? Haldur Ellingsgaard
Jóna Grunnveit ? Gullkonto
John Reid Skoralíð ? Eyðun Anthoniussen
Hanus Bærentsen ? Jóna Grunnveit
Eyðun Anthoniussen ? Gullkonto
Danny Transport ? Henny Egholm
Haldur Ellingsgaard ? John Reid Skoralíð
Føroya Bjór Simultan
Tað var í 1992, at Føroya Bjór Simultan kappingin varð leikt á fyrsta sinni, og hevur hon sostatt 10 ár á baki. Hetta hevur øll árini verið ein vælumtókt kapping, sum hevur megnað at savna ein hóp av spælarum. Styrkin við hesi kappingini er, at tað ber til at spæla á fleiri støðum samstundis, og fólk sleppa undan teirri nógvu ferðingini.
Í ár varð spælt í Suðuroy, Klaksvík, Fuglafirði og í Havn. Ætlanin var eisini at spæla í Vágum, men har noyddust teir at avlýsa í seinastu løtu. Tilsamans 39 pør spældu við í ár, og er hetta nakað minni enn tey bæði seinastu árini.
Úrslitini vóru hesi (trý tey fremstu):
Suðuroy:
1.Johan í Smiðjuni-Ingier Petersen 87
2.Andrias Djurhuus-Diaba Magnussen 86
3.Petur Gærdbo-Andrias Djurhuus 84
Klaksvík:
1. Debes Christiansen ? Kristin Joensen 98
2. Jens Jacobsen ? Karl Isaksen 95
3. Jutta Heinesen ? Edvin Toftegaard 90
Fuglafjørður:
1. Árant Berjastein-Dia Jacobsen 223
2. Magni Jøkladal-Pól Egholm 220
3. Hans Egil Joensen-Edmund Joensen 211
Tórshavn:
1. Bogi Simonsen-Niels Nielsen 276
2. Reimund Langgaard-Carl Mikkelsen 273
3. Hans Jákup Petersen-Arnbjørn Sivertsen 267
Samlað úrslit fyri landið:
1. Jens Jacobsen-Karl Isaksen 615
2. Hans Egil Joensen-Edmund Joensen 577
3. Haldur Ellingsgaard-Kjartan Madsen 576
4. Reimund Langgaard-Carl Mikkelsen 574
Magni Jøkladal-Pól Egholm 574
6. Bogi Simonsen-Niels Nielsen 570
7. Debes Christiansen-Christen Joensen 550
8. Robert Langgaard-Eyðun Anthoniussen 545
9. Hans Jákup Petersen-Arnbjørn Sivertsen 541
10. Álvur Klakk-Jógvan Clementsen 527
11. Árant Berjastein-Dia Jacobsen 514
12. Oddmar Danielsen-Henriette Svenstrup 512
13. Bjørg Róin-Kristian Magnussen 510
14. Jens Pauli G. Nolsøe-Høgni Hansen 501
15. Rói á Rógvu-Allan Dal-Christiansen 492
16. Hallur Ellingsgaard-Sólbjørn Klein 491
17. Johan í Smiðjuni-Ingier Petersen 486
18. Atli Hansen-Jógvan Ranghamar 486
19. Súsanna Dam-Súsanna Martinsdóttir 482
20. Hallberg Arnfríðsson-Heðin Mortensen 479
21. Gunna Midjord-Ásvør Djurhuus 468
22. Marita Krosstein-Jórun Højsteed 463
23. Jutta Heinesen-Edvin Toftegård 460
24. Odd Fjallsbak-Hans E. Fjallsbak 456
25. Knútur Nygaard-Áki Dimon 448
26. Jenis Tummasarson-Jallgrím Hilduberg 445
27. Ingibjørg Holm-John Reid Skoralíð 444
28. Eyðun Jensen-Øssur Winthereig 437
29. Sámal Just Dahl-Steinbjørn Jacobsen 427
30. Petur Gærdbo-Andrias Djurhuus 424
31. Andrias Djurhuus-Diaba Magnussen 417
32. Bibi Sigmundardóttir-Dávið Samuelsen 410
33. Ási Jacobsen-Páll Tummasarson 392
34. Mogens Højsteed-Jákup Klein 390
35. Andras Róin-Danny Danielsen 387
36. William Mortensen-Andre Dalfoss 376
37. Dia Poulsen-Mariann Eystberg 373
38. Leif Petersen-Hjalmar Joensen 334
39. Óla Jákup Olsen-Henny Petersen 327
Eitt spæl
V/- Norðan
Sp QT954
Hj K42
Rú K965
Kl 7
Vestan Eystan
Sp A Sp K76
Hj J975 Hj QT863
Rú QJT4 Rú A7
Kl T932 Kl 854
Sunnan
Sp J832
Hj A
Rú 832
Kl AKQJ6
V N E S
Carl Hans J Reimund Arnbjørn
Mikkelsen Petersen Langgaard Sivertsen
pass pass pass 1 kl
pass 1 sp 2 hj 3 sp
pass 4 sp pass pass
pass
Útspæl: rú A
Spælið er frá Føroya Bjór Simultan kappingini.
Reimund spældi rú A út og síðan rú 7. Hann vónaði, at fáa makkarin inn at spæla rútara til trumfing.
Men soleiðis skuldi ikki ganga. Hans Jacob spældi kleyvara tríggjar ferðir og kastaði báðar rútararnar av hondini, áðrenn hann spældi trumf. Carl kom inn og spældi rútara, Hans Jacob trumfaði høgt, og mótspælið fekk bara 3 stikk.
Nógv pør komu í 4 sp á norðan hondini, og tey flestu vunnu kontraktina. Um rú A ikki verður tikið í útspælinum, verður kontraktin lættliga sett.
Steypakappingin
Drigið er um, hvussu spælast skal í steypakappingini. Vinnarin av hesari kappingini sleppur at umboða Føroyar í norðurlendsku kappingini fyri steypavinnarar, sum verður spæld í Rottneros, Svøríki 13.-15. mai.
Lutakastið fall soleiðis:
Eyðuni Anthoniussen - Róa á Rógvu Joensen
Marjun Restorff - Oddmar Danielsen
Carl Mikkelsen - Farodane
Hallberg Arnfríðsson - Danny Transport
Magni Jøkladal - Allan Dal Christiansen