Dómarin hevði sína rættarleiðbeining í Piddamálinum í morgun, og hann duldi ikki fyri, at prógvini heltu tann vegin, at ákærdi er sekur í bæði svikarspurninginum og í drápsmálinum.
Dómarin býtti drápsspurningin upp í tríggjar partar, nevniliga er Piddi deyður, er tað ákærdi, sum hevur dripið hann og hevur hann framt viljað dráp.
Dómarin segði, at Piddi hevur nú verið horvin í meira enn eitt ár. Pass og fartelefonir vórðu funnin hjá ákærda, og hartil er visakortið hjá Pidda ikki nýtt síðani hann varð eftirlýstur fyrst í november mánað í fjør.
Tað má tí metast, at Piddi ikki meira er á lívi.
Er tað so ákærdi, sum hevur beint fyri Pidda.
Dómarin vísti á, at blóð er funnið í sovikamarinum hjá Pidda, og blóðslettið bendir á, at framt er kubbutur harðskapur, sum Guldager, kriminalteknikari førdi fram. Hetta er í samsvari við, at ein steikipanna er nýtt at beina fyri Pidda.
Blóðslett gjøgnum gongina, niður trappurnar og útí garasjuna, saman við blóðinum í Skodabilinum og alt blóðið, sum varð funnið í hjallinum hjá ákærda bendir á, at tað er ákærdi, sum hevur beint fyri Pidda.
Í triðja lagi segði dómarin, at ákærdi var kroystur upp í ein krók, tí hann hevði lovað unnustu síni – sum er fyrrverandi kona Pidda – at tey skuldu flyta inn á Gerðisvegi 1. november. Men fyrsti november kom og fór, og einki hendi. Síðani segði ákærdi fyri unnustuni, at hann skuldi á fund við Pidda og einum sakførara, saman við »Big Boss« úr Havn.
Dómarin segði, at tá ákærdi brúkti eina steikipanu at drepa Pidda við mátti hann rokna við, at ein slík handling kundi enda við deyðanum.
Dómarin metti tí, at ákærdi er sekur í drápi, og at hann framdi hetta við vilja.
Nevningarnir fóru undir at votera beint eftir døgurða, og roknað verður við, at nevningarnir ikki fara at nýta serliga langa tíð um at koma til eina avgerð.