Róðrarsambandið fer ikki at broyta avgerðina um einans at revsa Páll Fanga við tveimum gulum kortum.
Jan Herman Hansen, formaður, staðfestir, at tað hevur sambandið ikki heimild til.
Kortini fer nevndin at taka áheitanina frá 11 seksmannaførum til eftirtektar um at taka málið upp til nýggja viðgerð.
Í hesum sambandi fer Róðrarsambandið helst at hava fund um málið í kvøld.
Men hvat skulu tit hava fund um, tá ið tit kortini ikki hava heimild til at herða revsingina?
- Vit hava fingið eina áheitan um at taka málið upp, so tað gera vit. Men tað verður bara til at staðfesta avgerðina, vit longu hava tikið, tí vit hava ikki heimild til nakað annað, leggur hann afturat.
Hann er annars ómetaliga harmur um gongdina í málinum og um hóttanina frá 11 seksmannaførum um at boykotta ólavsøkuna.
Men hann tekur tað ikki sum forfylging ella sum eina misálitisváttan, leggur hann afturat og hann ætlar sær so ikki at leggja frá sær av hesi orsøk og tað væntar hann heldur ikki, at nakar av hinum nevndarlimunum fer at gera.
Reglugerðin
Tað er hetta brotið í grein trý í reglugerðini hjá Róðrarsambandinum, sum manningarnar á teimum 11 seksmannaførunum vísa til, tá ið tey krevja Páll Fanga revsaðan fyri at hava róð ólógliga í ár
....Tað er ikki loyvt at broyta nakað við bátinum frá upprunastandi uttan við loyvi frá RSF....
Teir bátar, sum ikki møta á ólavsøku, uttan at hava hava hildið frámeldingarfreistina, bróta grein átta í reglugerðini hjá Róðrarsambandinum. Í henni stendur, at frámelding skal verða
..........fráboðað Róðrarsambandinum skrivliga í seinasta lagi 5 dagar áðrenn rógvast skal, (vanliga mánadag).
Brot á frámeldingartreytirnar til ólavsøkukappróðurin verður sektað við bót kr. 300,- og kann bátur ikki luttaka aftur, fyrr enn hesin peningur er goldin.
- - - - -
Aðrastaðni í blaðnum í dag hava vit fleiri greinar um sama mál