Avgerðin fellur seinnapartin

Í seinnu hálvfinalunum verður funnið fram til, hvat bygdafelag skal spæla ímóti hvørjum høvuðsstaðarfelag í steypafinaluni

Seint seinnapartin verður tað greitt, hvørji liðini vera, sum skulu spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið. Finalan verður leygarkvøldið 26. august.

 

Felags fyri trý av liðunum í hálvfinalunum er, at tey stóðu eftir sum taparar, tá ið tey síðst vóru í finaluni. Eftir at hava staðið sum tapari í tveimum finalum síðani finalusigurin í 1999, eydnaðist tað í fjør KÍ at vinna steypakappingina.

 

Fyrsta bríksl í báðum dystunum í dag verður klokkan 15.

 

Í Gundadali verður grannauppgerð. HB eigur heimavøll ímóti B36. Fyrra hálvfinalan endaði 1-1. Harvið er tað HB, sum frá dystarbyrjan hevur rættin at spæla finalu.

 

Tað eru ellivu ár síðani, at B36 vann steypakappingina. Í 2006 vann B36 2-1 í finaluni ímóti KÍ.

Í 2008 tapti B36 3-2 í finaluni ímóti EB/Streymi.

Tað eru trettan ár síðani, at HB vann steypakappingina. Í 2004 vann HB í finaluni 3-1 ímóti NSÍ.

Í 2007 tapti HB 4-3 í finaluni ímóti EB/Streymi.

 

Í Runavík fær NSÍ vitjan av KÍ. Fyrra hálvfinalan endaði 2-2. Harvið er tað NSÍ, sum frá dystarbyrjan hevur rættin at spæla finalu.

Tað eru fimtan ár síðani, at NSÍ vann steypakappingina. Í 2002 vann NSÍ 2-1 ímóti HB. Í 2015 tapti NSÍ 3-0 í finaluni ímóti Víkingi.

KÍ vann finaluna ímóti Víkingi í fjør – eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.