Avgerðin fellur í morgin

Edmund Joensen, tingformaður, váttar, at triðja viðgerð av uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi kemur fyri á tingfundinum fyrrapartin í morgin Fyrrapartin í morgin fellur avgerðin um, hvørt Føroyar skulu gerast eitt valdømi longu við komandi val.

- Triðja viðgerð stendur á skránni til tingfundin í morgin, og vanliga verða triðjuviðgerðirnar tiknar fyrst, sigur Edmund Joensen, tingformaður.

Spurdur, um hann væntar nakra broyting í mun til avkvøðugreiðsluna við aðru viðgerð týsdagin sigur hann, at munurin á ja og nei var rættiliga sannførandi, og út frá tí er ikki serliga sannlíkt, at úrslitið fer at broytast so nógv, at uppskotið fellur.

- Men í politikki veit mann ongantíð, leggur tingformaðurin aftrat.

Tað er einki sum í løtuni bendir á, at nakað misálitisuppskot móti løgmanni er á veg, og heldur einki bendir á, at løgmaður, sum støðan er, er til reiðar at útskriva nýval. So her, lítið samdøgur undan endaligu atkvøðugreiðsluni, bendir alt á, at Føroyar frá komandi vali verða eitt valdømi.