Avgerðin fellur fríggjadagin

Á OL-fundinum, sum verður settur í Keypmannahavn í morgin, verður gjørt av, um tað verður Chicago, Rio, Madrid ella Tokyo, sum verður vertur fyri Olympisku leikunum í 2016. Millum kendu gestirnar, sum verða á staðnum at stuðla sínum vertsskapi, teljast eitt nú Oprah Winfrey, Michelle Obama og Pelé.