Avgerðin fellir innan eina viku

Jørgen Niclasen fer innan eina viku at gera av, hvørjum tilboð tikið verður av at byggja nýtt vaktarskip

Eirikur Lindenskov


Tilmælið frá Vaktar- og Bjargingartænastuni um at byggja nýtt vaktarskip er, at tikið verður av tilboðnum úr Noreg upp á 94,8 milliónir krónur.

Hetta váttar Jørgen Niclassen, landsstýrismaður. Hann sigur, at ein bólkur við umboðum frá Vaktar- og Bjargingartænastuni hevur saman við serkønum innan skipabygging gjørt tilmælið eftir at hava kannað øll tilboðini - og eisini eftir at hava verið í Kina og samráðst við skipasmiðjuna í Huangpu.

? Sum eg skilji, hava teir ikki kent seg tryggjar við tilboðið úr Kina, og tað er rættuliga avgerandi, tá støða skal takast til at byggja eitt slíkt skip. Eftir at teir fingu broytingarnar eftirlíkaðaðar úr Kina, gjørdist skipið so mikið dýrari, at teir heldur mæla til at taka av norska tilboðnum, sigur Jørgen Niclasen.

Hann leggur afturat, at tað er óheppið, at ein partur í málinum nú aftan á at alt er yvirstaðið, nú kemur út við slíkum.

? Tann, ið vildi hava arbeiðið, kundi bara komið við einum nøktandi tilboðið til tíðina, heldur landsstýrismaðurin.

Annars sigur Jørgen Niclasen, at hann umframt at hava avgjørt, at nýtt skip skal byggjast, eisin hevur gjørt av, at annað skip skal útvegast í byggitíðini. Men málið skal fyrst niðan í tingið, tí løgtingið skal játta pengar at byggja nýggja skipið fyri.

Tað er landsstýrismaðurin, sum ger av, hvørjum tilboð hann tekur av. Men, sum hann sigur.

? Tað er sjálvandi rættuliga avgerandi, hvussu nógvar pengar løgtingið játtar til endamálið.

Áðrenn málið fer í tingið, skal semja finnast í samgonguni. Jørgen Niclasen hevur tosað við formenninar í tingbólkunum hjá samgonguflokkunum, og semjan er fingin undir land, sigur hann - eisini um leigu av øðrum skipi í byggitíðini, men hann kann ikki siga, hvør tann loysnin verður.

? Avgerðin kann fella í dag - men hon kann eisini fella um eina viku, er tað einasta, landsstýrismaðurin kann siga í løtuni.