Áhugin her á landi var ovurhonds stórur undan fjórðingsfinalunum í heimsmeistaraskapinum hjá monnum. Undan teimum fýra dystunum var longu greitt, at eitt Norðanland fór at tryggja sær luttøku til hávfinalunar, tí í einari av fjórðingsfinalunum hittust nevniliga tvey av okkara grannalondum, Danmark og Ísland.
Hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar vóru eisini á skránni í gjár, og her vóru at kalla øll tey sterkastu londini við. Serliga tveir av hinum dystinum sóu á pappírinum sera spennandi út. Í einum av dystunum møttust tveir av størstu favorittunum, Kroatia og Frakland, meðan vertirnir úr Týsklandi møttu verandi heimsmeistarunum úr Spania. Seinasti dysturin var ímillum Pólland og Russland.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vertirnir vunnu á heimsmeistarunum
Vertirnir úr Týsklandi hava víst betri og betri taktir ígjøgnum kappingini, og í seinastu dystunum í millumspælinum vunnu teir trygt at kalla hvørja ferð. Tí var lagt upp til ein sera spennandi dyst, tá ið teir møttu heimsmeistarunum úr Spania í fjórðingsfinaluni.
Longu frá fyrsta bríksli gjørdist greitt, at spaniólarnir fóru ikki at fáa nakran lættan dyst ímóti einum sera tendraðum týskum landsliði. Við 19.000 skríggjandi áskoðarum í rygginum fekk Týskland eina flúgvandi byrjan. Við góðum verjuspælið og skjótum mótálopum megnaði Týskland at leggja seg á odda 6-3 tíðliga í dystinum, áðrenn Spania veruliga kom fyri seg.
So við og við raknaðu spaniólar tó við. Teir fingu rætta upp á verjuna, og so gekk javnt á restina av hálvleikinum. Týskland kláraði tó alla tíðina at halda nøsina framman fyri Spania, so tá liðini fóru til hálvleiks førdi Týsklad framvegus við trimum málum.
Í seinna hálvleiki kom tó veruligur spenningur í. Spania hálaði so við og við inn á Týskland, og tá 10 minuttir vóru eftir at leika, stóð aftur á jøvnum. Nú var dysturin púra opin, men ein útvísing til spaniólar síðstu løtuna kom at kosta dýst. Hesa løtuna nýtti Týskland til at leggja seg á odda við tveimum málum aftur, og so var útselt hjá spaniólum. Teir fangaðu ikki Týskland aftur, og at enda vunnu vertirnir við tveimum málum.
Sostatt vóru teir fyrsta liðið, sum tryggjaði sær luttøku til hálvfinalurnar, har vinnarin av dystinum ímillum Kroatia og Frakland bíðaði.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Pólland hevur tikið øll á bóli
Ikki var væntað tað heilt stóra av Póllandi undan HM-endaspælinum í Týsklandi, men póllendingarnir hava tikið øll á bóli. Við sigrum á so sterkum londum sum Týsklandi, Íslandi, Slovenia og Tunesia eydnaðist Póllandi at enda á fyrsta plássi í millumbólki 1, og tí skuldu teir møta Russlandi í fjórðingsfinaluni.
Enn einaferð legði Pólland eisini fyri sum eitt ódnarverður. Dysturin var ikki meir enn byrjaður, so førdi Pólland 5-1, men so raknaði Russland við. Teir komu upp á javnleik løtu seinni, men í fyrra hálvleiki var Pólland snøgt sagt betra liðið. Tá liðini fór til hálvleiks førdu polakkarnir við tveimum málum.
Í seinna hálvleiki megnaði Pólland at varðveita leiðlsuna langt út í dystin, men tá 10 minuttir vóru eftir, kom Russland upp á javnt. Nú var lagt upp til ein spennandi enda, og tað bleiv tað eisini. Liðini fylgdust at kalla allan vegin, og hesa løtuna brendi Russland m.a. tvey brotskøst, og hetta kom at kosta. Pólland vann nevniliga dystin við einum málið, og sostatt komu teir í hálvfinaluna, har teir skuldu møta antin Danmark ella Íslandi, sum spældu seinni um kvøldið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Frakland vann stórdystin
Seinni í gjárkvøldið møttust so tveir av stóru favorittunum, Kroatia og Frakland. Kroatar høvdu undan hesum dystinum vunnið allar sínar dystir, meðan Frakland hevði víst heldur óstøðugt spæl. Tí var Kroatia helst lítil favorittur undan dystinum.
Í hesum dystinum vóru tað málverjarnir, sum stjólu myndini. Thierry Omeyer í franska málinum og Mirko Alilovic hjá Kroatia stóðu sera væl í hvør sínum enda á vøllinum, og skjótt var greitt, at málverjarnir fóru at fáa ein avgerandi leiklut í hesum dystinum.
Í fyrra hálvleiki gekk javnt á. Liðini fylgdust at kalla allan vegin, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi Frakland 10-9. Í hesum hálvleikinum høvdu málverjarnir bjargað meir enn 50% av skotunum.
Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á fyrstu løtuna, men tá 10 minuttir vóru eftir, megnaði Frakland at leggja seg tvey mál fram um. Hesa leiðslu kláraði Kroatia ikki at fanga, og sostatt vann Omeyer dystin ímillum teir báðar fantastisku málverjarnar, sum vístu spæl í heimsflokki í hesi fjórðingsfinalu.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Danir vunnu dramatiskan dyst
Bæði Danmark og Ísland høvdu stórar trupulleikar at koma víðari til millumspælið í HM-endaspælinum, men ein fantastiskur íslendskur sigur yvir Fraklandi og ein dramatiskur sigur til Danmark yvir Noreg syrgdu fyri, at bæði komu víðari við tógvið stríð.
Í millumspælinum gekk tó eftir ánni. Bæði liðini megnaðu at spæla seg til fjórðingsfinalurnar uttan stórvegis hóvasták, og so var lagt upp til eitt brak av einum dysti, tá tey bæði Norðanlondini brustu saman í fjórðingsfinaluni.
Dysturin var ikki meir enn byrjaður, tá danir fingu eitt alvorligt slag. Spælstýrarin, Joachim Boldsen, noyddist av vøllinum við einum skaða í knænum, og hetta tóktist í ein vissan mun at ávirka spælið hjá dønum fyrstu løtuna.
Ísland var eisini liðið, sum fekk betru byrjanina uppá dystin. Mitt í fyrra hálvleiki komu teir á odda við trimum málum, og hesa løtuna sá ikki gott út hjá Danmark. Hevði tað ikki verið fyri ein Anders Oechsler í toppformi, so er ivasamt, hvussu hevði gingist hjá dønum hesa løtuna. At kalla einsamallur helt hann Danmark inni í dystinum, og eftir eina løtu komu teir uppaftur á javnleik, og henda støðan helt sær til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki var tað Danmark, sum setti seg á dystin. Í fleiri umførum førdu teir við fýra málum, men ein stórspælandi Snorri Gudjonsson helt Íslandi inni í dystinum. Við sínum 15 málum var hann maðurin, sum minkaði um leiðsluna, og móti endanum fingu teir eisini bjargað sær javnleikin, og so máttu liðini út í umdyst fyri at finna ein vinnara.
Eftir fyrra hálvleikin av umdystinum stóð enn á jøvnum 38-38, men í seinna hálvleiki kom lív í. Tá tveir minuttir vóru eftir at leika, megnaði Ísland at leggja seg á odda við, samstundis sum teir høvdu bóltin. Teir brendu tó sín møguleika, og so javnaði Lars Møller Madsen til 41-41 løtu seinni. Nú fór Ísland so í álopið, sum kundi blíva tað seinasta. Teir vóru tó heldur bráðir. Ein leikari smekkaði til, bólturin brast á stongina, og so fór Danmark í mótálop. Her bleiv Lars Rasmussen steðgaur ólógliga. Ein íslendari mátti út í tveir minuttir, og so fekk Danmark eitt síðsta álop við 15 sekundum eftir á klokkuni. Lars Møller Madsen bleiv spældur til skot, og í allarsíðsta sekundi sendi hann bóltin í íslendska málið, og so vann Danmark 42-41.
Nú bíðar Pólland í hálvfinaluni.