Politikkur
Torbjørn Jacobsen hevur persónliga tikið avgerðina um at leggja frá sær. Tað hevur ongantíð so mikið sum verið viðgjørt í flokkinum at blaka hann út, sigur hann.
Um hvør eftirmaður hansara sum landsstýrismaður við undivísingar- og mentamálum verður, sigur Torbjørn Jacobsen, at tað er als ikki viðgjørt enn.
Innstillast skal til aðalstjórn Tjóðveldisfloksins, sum á fundi í dag fer at gera av, hvør skal taka við eftir Torbjørn Jacobsen.
Tað eru fleiri ymisk mál, sum hava tyngt hesa tíðina, hann hevur sitið sum landsstýrismaður, sigur Torbjørn jacobsen. Og seinasta málið, sum millum annað hevur havt við sær, at ein blaðmaður hevur kravt alemnna umbering frá landsstýrismanninum og í øðrum lagi boðað frá, at talan kann gerast um rættarmál, er als ikki dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir.
Spurdur, um blaðmaðurin, John Johannesen, fer at fáa nakra almenna umbering, sigur Torbjørn Jacobsen, at tað fær hann ikki.