Avgerðin er fakliga forsvarlig

Mary í Garði, stjóri í Nærverki, heldur fast um avgerðina at spara burtur sambýlið í Pætursgøtu 3. – Okkum er álagt at spara. Vit halda lagt okkum eftir at sparingar skulu raka so fá sum gjørligt. Tí letur Pætursgøta aftur, sigur hon

Pætursgøta

Eilen Anthoniussen

eilen@sosialurin.fo


Nærverkið hevur mett um, hvat sambýli undir stovninum verður minst merkt av sparingum, og er tí komið við tilmæli til landsstýriskvinnuna í almannamálum, um at lata aftur sambýlið í Pætursgøtu. Mary í Garði, stjóri á Nærverk, verjir tilmælið frá stovninum, og metir avgerðina at vera fakliga forsvarliga.

- Vit ásanna, at hetta er álvarsligt, og vit kunnu fakliga standa inni fyri avgerðini um at lata aftur sambýlið í Pætursgøtu. Vit hava lagt dent á, at búfólkini skulu merkja sum minst til sparingarnar, og hava tí avgjørt at flyta tey trý búfólkini saman inn á nýggja bústaðin, sigur Mary í Garði.

Nærverkið hevur mett, at sparingar verða best framdar við hesi loysnini. Pætursgøta 3 er ein lítil stovnur við trimum búfólkum, men hann er dýrur at reka, sum smáir stovnar ofta eru. Av tí sama eru stovnarnir eisini sera sárbarir. Tann besta loysnin, vildi sambært Mary í Garði, verið at bygt fleiri eindir til endamálið, um raksturin skal vera rationellur.

Tey, ið hava mett um bestu loysnina, eru námsfrøðingar innan Trivnaðartænastuna, og stjórin tvíheldur um, at avgerðin er fakliga forsvarlig.

- Vit fara at kýta okkum fyri at fáa umrokeringina at rigga, sigur hon.

Hon sigur samstundis, at einki útboð er til fólk, ið ynskja at sleppa inn á sambýlið. Tilboð verða givin eftir plássi, og ikki eftir tørvi.

- Men vit royna sum frægast at sleppa undan afturstigum á økinum, og royna at sleppa undan teimum alt ov pínufullu samanstoytunum. Avgerðin um at spara, er politisk, og vit hava so gjørt eina spariætlan, og hetta er eitt úrslit av tí.