Avgerðin at byggja vaktar- og bjargingarskipið í Norra

Útvarpið hevur júst borið tíðindini um, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sambært tilmæli frá fiskimálastýrinum hevur avgjørt at byggja nýtt vaktar og bjargingarskip til V&B í Norra

Í tíðindinum var ein nærmast nationaløkonomisk útgreinan av, hví ikki varð tikið av tilboðnum at byggja í Føroyum.

Tað ljóðaði sum allur føroyski flotin kom at liggja í órøkt í byggitíðini.

Harafturat kom Havnin og Skála at fyllast av útlendskari arbeiðskraft, um byggjast skuldi í Føroyum.


Vorðið sum álit á tí allarfragasta í Føroyum

Tvey tilboð komu úr Føroyum.

Annað frá føroyskari skipasmiðju, sum í síðstuni í kapping við útlendskar skipasmiðjur hevur bygt dygdarskip til útlandið, m.a. umhvørvisskip til so fjarskotið land sum Thailand, - sum í ávísan mun lúkar somu krøv, sum settar eru til skipið til V&B.

Tað ljóðar ótrúligt og sum ein niðurgerðing av Pól og Gunnari Mohr, at teir hava handað tilboðið til umrødda skip uttan kalkulatiónir av alskyns slagi - eisini viðvíkjandi vanligum bedingsarbeiði í byggitíðini.

Í krepputíðini var tað stimbrandi, og tekin um lív og gróður - sum landið alt kundi hava sum fyrimynd at liva upp til, tá Tórshavnar Skipasmiðja megnaði at yvirhalda øll veðhald yvirfyri byggiharranum, - eisini tann partin av sáttmálanum, uppá sekundið at kunna loysa frá landi í Føroyum at handa skipini til vælnøgdar byggiharrar - tað verið seg altjóða felagsskap, danska kommunu, ella danska løgmálaráðið.


Hitt tilboðið kom eisini úr Føroyum

Ungur føroyingur fór til London at nema sær hægri handilsskúla, fyri síðan at fáa sær altjóða handilsskap í Australiu.

Heimafturkomin, hevur hann megnað at fáa samarbeiðsavtalu í lag við alskins serfrøðingar í Íslandi, sum arbeiða í samtakinum »VS-Skipatækni«.

Tá vælklingandi navnið í Føroyum, »Vik og Sandvik« í Noregi, eigur 49% av íslendsku fyritøkuni, so hevur Álvur Mortensen megnað at skapað grundarlag fyri sum skipsmeglari at fara kring Knøttin allan at bjóða seg fram.


Heimurin alla tíðina í broyting

At Kina hevði mest áhugaða byggimarknaðin er ikki bara sannað av Álvi Mortensen, men eisini av t.d. stórmultifyritøkuni A. P. Møller, sum m.a. er ognari av Lindø skipasmiðjuni í Danmark.

Men hóast stórar facilitetir og førleika í heimlandinum, so er hesin risin eisini noyddur at laga seg eftir veruleikanum sum hann er í dag, sum saman við Scandinaviu og Stórabretlandi eru farin at byggja síni skip á altjóða støði, har tey fáast bíligast.


Hugleiðingar

Jørgen Niclasen fer so í tingið at fáa játtan uppá 95 mill., at byggja í Norra.

Eg fari at biða Tingið áleggja honum at byggja í Kina fyri 22.5 mill. minni, enn bygt verður fyri í Norra.

Hugsið tykkum t.d. til, um vit eisini byggja skipið til Skopunarsiglingina í Kina, so fáa vit tað skipið fyri 40 mill. í staðin fyri 60 mill.

So dregur tú tær 22.5 mill. sum tað kostar minni at byggja til V&B í Kina enn í Norra, frá teim 40 mill. sum Skopunarskipið kann koma at kosta, so kemur skipið á rutuni Gamla rætt Skopun bara at kosta skattaborgaranum 17.5 mill. í staðin fyri 60 mill., - væl at merkja um bæði V&B skipið og Skopunarskipið, verða bygd í Kina.

Nógvir handilsligir/økonomiskir og samfelagsligir spurningar kunnu tengjast uppí eitthvørt mál - tó í flestu førum treytað av, at vit fara at kaga uppum egnu bøgarðar.

Men allarmest, at vit ikki køva hvønn neista í egnum landi, sum kann verða til stóran eld og sjálvbjargni.


Ólavur Petersen