Javnaðarflokkurin ynskir samstarv og loysnir heldur enn konfrontaiónir, er tað svartskygni? Konfrontatión er ikki nakað væla avrik og eigur heldur ikki at liggja til grund fyri sjálvsvirðing. Heldur ikki, er ógrundað bjartskygni eitt tekin um dugnaskap.
Javnaðarflokkurin hevur lagt góðar lunnar
Hóast Javnaðarflokkurin hevur lagt góðar lunnar, bæði á Fólkatingi og heima í Føroyum, er nógv eftir at arbeiða fyri. Við fólka-tingsumboðanini fer Javnaðarflokkur-in at arbeiða fyri, at vit koma burtur-úr ósemjum millum føroyskar og danskar myndugleikar, og har fara vit at samstarva um tey mál, ið eru felags millum Føroyar og Danmark. Flokkurin fer at veita kunning til danska fólkið og at boða stevnu floksins.
Kvinnan harðast rakt
Tann politikkur, ið henda samgonga hevur ført, hevur eftir mínum tykki verið illa raðfestur. Eldrarøktin, ið umframt at vera eitt samfelagsmál, eisini er eitt kvinnumál, skilt á tann hátt, at tað oftast er kvinnan, ið noyðist heim úr arbeiði at taka sær av slíkari røkt, er nú so langt afturúr sigld, at tað er óvirðiligt fyri allar partar. Fleiri eru tey, ið sita einsamøll og óhjálpin, uttan at nakað ítøkiligt verður gjørt fyri at betra um støðuna.
Vit mugu ásanna, at tey gomlu verða ikki sett frammarlaga í raðfestingini, og tað verður javnstøðan heldur ikki. Sam-stundis verður reypað um játtanir á fleiri økjum - so stórar sum ongantíð áður. Hvussu verður hesin peningur nýttur? Hevur eingin ábyrgdina av t.d. at lata niðurløgdu deildirnar á Landssjúkra-húsinum uppaftur? Er tað ikki uppgávan hjá Landsstýrismonnum at síggja til, at játtaði peningurin kemur teimum tilgóðar, ið hava hann fyri neyðini?
Avgerðarrætturin er okkara
Javnaðarflokkurin raðfestir fólkið fyrst - tá ber til at hava virðing fyri sær sjálvum.
Okkara sjálvsfatan viðurkennir, at sjálvsavgerða-rætturin er okkara, hvør skuldi annars tikið avgerðirnar? Vit eru ikki bangin fyri at taka við ábyrgd, og hava tí ongantíð verið bangin fyri siðiligum samstarvi.