Avfallið verður hvítt komandi dagarnar

Hósdagin og fríggjanáttina fara brúgvaløg yvir Føroyum av útsynningi og eitt skifti verður mildari veður. Síðani streymar aftur kaldari luft móti Føroyum.

 

Hósdagin øtlar hann vindin upp í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s og út á dagin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Turt og sólglottar, men út á dagin skýggjað og kavi ella vátaslettingur, seinni regn av útsynningi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Fríggjanáttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, sum snarar í ein sunnan, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn og hitin millum 5 og 7 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk, í støðum upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 8 til 15 m/s. Fyrst regn, seinni klárar í, tó verður enn okkurt ælið og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina makar hann vindin og tað verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt regn-, vátaslettings- ella kavaælið og hitin millum frostmarkið og 5 stig.

 

Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, sum snarar í ein landsynning, 5 til 10 m/s og um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Alt døgnið verður samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, um náttina strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s. Alt døgnið verður samdrigið og okkurt ælið og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, sum um náttina makar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Alt døgnið verður samdrigið og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 stig.

 

Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Hitin um dagin verður millum 1 kuldastig og 2 hitastig. Um náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, og hitin millum 1 og 5 stig. Alt døgnið verður samdrigið og vátaslettingur ella kavi.