Mest seldi persónbilur í Danmark í 2009 var Toyota Avensis við 3.265 bilum. Nummar tvey var Toyota Aygo við 3.225 bilum og nummar trý gjørdist Ford Fiesta við 3.016 bilum. Samanlagt var Ford mest selda bilmerki, og Peugeot seldi samanlagt mest persónbilar.
Tað sermerkta við hesum er, at ein so stórur bilur sum Toyota Avensis verður mest seldi bilur í Danmark framman fyri fleiri minni bilar sum vanliga liggja á odda sum mest seldu bilar, verður sagt frá felagsskapinum De Danske Bilimportører.









