Heiðurslønin til ársins nýggja bólk fór til AVE. Tað eru teir báðir gøtumenninir Petur Pólson og Benjamin Petersen, ið eru menninir aftanfyri AVE.
– Ársins fjálgasta pláta. Ave er kenslur, kantur og dýpd, skrivaði Kinna Poulsen í sínum ummæli av útgávuni hjá bólkinum, ið eisini nevnist AVE.
Mong spennandi nøvn vóru tilnevnd í hesum bólkinum. Hulda, Ester Kristiansen, Jórunn Gudmundsen og Janus W. Mortensen hava øll verið nógv at hoyra í útvarpinum, og væntandi verður nógv at hoyra til tey komandi árini, eins og til Dan Olsen, Mattias Kapnas, Norðan og Rebekka Petersen, ið vóru hini tilnevndu.
Benjamin Petersen er ársins sangari, Petur Pólson hevur ársins tekst, AVE er ársins nýggi bólkur og nú hevur AVE eisini fingið heiðurin sum ársins bólkur ella einstaklingur.
- AVE er sprottið úr kærleikanum millum meg og Petur. Fløgan er upptikin í studionum hjá Mikal Blak, har vit hava umringað okkum við okkara bestu vinfólkum, og eg haldi tað hoyrist á fløguni, segði Benjamin Petersen, tá hann tók ímóti virðislønini.
Hinir tilnevndu vóru Ave, Brynjolfur, Hogni, Orka og Sakaris.