Tað nærkast til stóri byggiverkætlanin í Marknagili verður liðug, og Føroyar fáa ein nýggjan risaskúla, ið samansjóðar tríggjar skúlar í høvuðsstaðnum.
Nógv skal tó fáast upp á pláss, áðrenn klárt verður at taka skúlan í brúk. Eitt av teimum, er at finna nýtt navn og búmerki til skúlan.
Higartil hevur skúlin kanska best verið kendur undir heitinum Marknagilsdepilin, men í dag fær skúlin nýtt navn og búmerki.
Ein tíðindafundur verður seinnapartin í dag fyri starvsfólkini í teimum trimum skúlunum, Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúli, har nýggja navnið og búmerkið verður avdúkað.

Avdúka nýtt navn í dag





