Vágs kommuna fer at biðja um avdráttarskáa, so kommunan kann brúka peningin til nýggjan barnagarð Vágs býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið at taka upp samráðingar við innlendismálaráðið um at fáa avdráttarskáa í eitt nú fýra ár. Gongur innlendismálaráðið áheitanini á møti, fær kommunan 12,8 mió. krónur afturat at ráða yvir, og pengarnar ætlar býráðið at brúka til nýggjan barnagarð.
Samstundir játtar kommunan tvær mió. krónur av innistandandi, sum verða oyramerktar til barnagarð, og ein mió. krónur verða játtaðar á fíggjaætlanini í 2008 og eisini í 2009 til endamálið. Hetta fer at geva tilsamans 16.8 mió. krónur til barnagarðin, skrivar kommunan á sínari nýggju heimasíðu.
Vágs kommuna hevur arbeitt við einari ætlan um at byggja ein barnagarð, og fyri einum mánað síðani samtykti býráðið, at barnaansingin hjá Vágs kommunu, í framtíðini skal skipast við barnagarði/vøggustovu og frítíðarskúla sum einari eind og dagrøkt sum einari eind.