Avdúkingar á ólavsøkuframsýningini

Á ólavsøkuframsýningini í ár fara 30 listafólk at avdúka sínar skitsur, sum tey annars ongantíð ætlaðu, skuldu sýnast fram


Heitið á ólavsøkuframsýningini í ár, “Skitsan”, skal skiljast heilt bókstavliga sum kladdur, útkast, kanningar og leys hugskot, sum bara vóru ætlað sum fyrireiking til eitt listaverk.

Á framsýningni verður høvi at síggja fleiri hundrað slíkar skitsur og á tann hátt fáa innlit í, hvussu út við 30 føroysk listafólk arbeiða við síni list. 



Listarligir loynidómar

Kladdur til málningar, útkast til bygningar, uppskriftir til litblandingar, lýsingar av søgugongd í videofilmum. Hetta er bara nakað av tí, sum er at finna millum mongu skitsurnar, sum listakvinnan og kurator, Kirsten Justesen hevur fingið tey 30 listafólkini at lata frá sær – sumt bert fyribils til sjálva framsýningina, tí ikki allar skitsurnar eru til sølu. Ikki so løgið, tí sum Kirsten Justesen sigur

- Fyri nógv av listafólkunum eru hetta jú persónligar skattakistur, sum tey ongantíð fara at skilja seg av við.

Tess meir forkunnugt má tað sigast at vera, at áskoðararnir nú fáa innlit í hesar listarligu loynidómar, sum ofta eisini eru støði undir heims- og listafatanini hjá listafólkunum, meðan tey granska lívið.

Sambært Kirsten Justesen fara áskoðararnir ivaleyst at kenna okkurt verk aftur í onkrum av skitsunum. Samstundis eru tað uttan iva aðrar, sum ongantíð verða liðug verk, men verða liggjandi sum ein støðug avbjóðing og áminning um at loysa tey formligu krøv, sum listin setur. 



Nýggjar leiðir

Sum kladda umboðar skitsan altíð eina ætlan av onkrum slag. Í so máta hóskar hugskotið hjá Kirsten Justesen sera væl til endamálið við ólavsøkuframsýiningini í ár, ið er at vísa samtíðarlist, sum peikar frameftir. Hetta hevur eisini verið endamálið við ólavsøkuframsýningini, síðani Listafelag Føroya skipaði hana fyrstu ferð fyri 60 árum síðani.

Í mong ár var hon ein sensurerað framsýning, sum øll kundu senda inn til. Hesi seinnu árini eru nógv onnur framsýningar¬tiltøk komin, millum annað Várframsýningin, har fólk kunnu sýna fram á fyrsta sinni og samstundis søkja um upptøku í felagnum Føroysk myndlistafólk. Áhugin fyri at senda inn til Ólavsøkuframsýningina broyttist, og tí gjørdi Listafelagið av at endurnýggja ólavsøkutraditiónina.

Í fjør gjørdi Listafelagið so av at royna nýggjar leiðir við Ólavsøkuframsýningini og heitti tá á tveir ungar listamenn, Jóannes Lamhauge og Heiðrik á Heygum, at skipa hana. Úrslitið gjørdist framsýningin “Slóarblóð”, har ungu luttakararnir og øðrvísi verkini uttan iva hava verið við til at spræna enn meir nýhugsan inn í ólavsøkuframsýningina. 



Kønar kvinnur

Hugskotið til ólavsøkuframsýningina í ár er neyvan sæð fyrr í Føroyum. Og tað er heldur ikki hvør sum helst, ið stendur aftanfyri. Kirsten Justesen er sera høgt í metum bæði sum listakvinna og kurator, og hevur skipað framsýningar víða hvar, eitt nú í Århus og New York. Sum listakvinna er hon millum annað kend fyri eina røð av verkum við heitinum “Melting in Time”, har hon kannar møtið millum heita kroppin og kalda ísin, sæð í ljósinum av hugtøkum sum tíð, broyting og umstøður.

Afturat sær sum kurator hevur Kirsten Justesen hesuferð fingið Brynhild Næs, sum eisini setti framsýningina “Natúrligvís” saman fyri Norðurlandahúsið í fjør og í løtuni lesur visuella mentan.

Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan í Listaskálanum. Klokkan 17 fer Kirsten Justesen at greiða frá arbeiðinum við framsýningni og síðani fara Ranvá Káradóttir og MARMAR at framføra koreografisku skitsuna “Memotekið”.



Les longri prát við Kirsten Justesen um hugskotið til Ólavsøkuframsýningina í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum kemur á gøtuna 22. juli 


 



FAKTA


Skitsan 


Ólavsøkuframsýningin “Skitsan” letur upp ólavsøkuaftan, 28. juli, kl. 14. 


Opið er: ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl. 14-20 


Ólavsøkuframsýningin er opin til og við sunnudagin 17. august:

týsdag-fríggjadag kl. 11-16

leygar- og sunnudag kl. 14-17