Innlit, sum Miðlahúsið hevur fingið frá Tórshavnar kommunu vísir, at fýra av størstu byggiverkætlanunum seinastu 10 árini hava stórar fukttrupulleikar.
Skúlin við Løgmannabreyt frá 2008, Fimi frá 2010, skúlin á Argjahamri frá 2011 og Boðanesheimið frá 2012, hava øll fukttrupulleikar av ymiskum slag. Bæði tak og klædningur eru skadd av lekum, soppi og roti.
Byggiverkætlanirnar hava tilsaman kostað Tórshavnar kommunu 554 milliónir krónur tilsamans. Longu nú, innan 10 ár, er neyðugt við stórum umvælingum fyri at framtíðartryggja hesar bygningarnar.
Á Boðanesheiminum og skúlanum á Argjahamri má takið skiftast. Á báðum skúlunum mugu partar av klædninginum skiftast. Í skúlanum á Løgmannabreyt er líkt til, at stórur partur av klædninginum má gerast av nýggjum. Lekin í Fimi er mettur at vera lítil, men óvist er, hvaðani hann stavar.
Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu sigur, at kommunan er farin undir at loysa hesar trupulleikarnar.
- Vit eru farin í gongd við málið. Vit hava biðið um sýn av bygningunum, men tað hevur ávísar mannagongdir, sum taka sína tíð. Í einum máli bíða vit eisini eftir tryggingini, men vit eru í gongd, sigur hann.
Í Vikuskiftissosialinum er ein lýsing av hvørjum av teimum fýra verkætlanunum og hvørjir trupulleikarnir eru. Eisini er samrøða við Mikael Viderø, tekniska stjóra í Tórshavnar kommunu, um hvat kommunan ger við trupulleikan. Vikuskiftissosialurin er til sølu í Havn í kvøld og um landið í morginárini.










