Tey seinastu árini hava fleiri danskar kommunur lagt seg eftir at avdúka fólk, sum misbrúka tær sosialu skipanirnar, og royndirnar vísa, at kommunurnar hava fingið nógvar pengar aftur í kassan. Eitt nú fekk Aarhus kommuna 12,3 milliónir aftur í fjør, og tað var fleiri milliónir meiri, enn kommunan hevði væntað.
Ein kanning hevur víst, at danir svika fyri millum sjey og tólv milliardir krónur um árið. Í 2010 eydnaðist tað kommununum at avdúka svik fyri 350 milliónir krónur, og hetta talið var helst munandi størri í fjør, sigur DR.
Landspolitikararnir hava eisini sett sær fyri at avdúka og revsa sosialt svik, og í heyst yvirtekur tað almenna Udbetaling Danmark avdúkingararbeiðið hjá kommununum.