Tað er lions Klubburin í Suðuroy, sum hevur tikið stig til at reisa hetta minnið um eitt av okkara gitnastu skaldum við Tarvafjósið á Hamri í Froðba. Talan er um ein stein, sum er tikin úr haganum í Sumba við vælvild frá eigarunum. Hóast Poul F. er sumbingur, búði hann tey mestu av sínum manndómsárum í Froðba, har hann eisini var lærari. Tað verður Vilborg Mikkelsen, dóttir Poul F., sum fer at avdúka steinin, og Óli Holm fer at siga nøkur fá orð um skaldið. Somuleiðis fer Kirkjukórið, Ljómur at syngja.










