Avdúka minnisstein í Norðdepli

In.fo avdúkar í hesi greinini, hvørji motivini eru á minnissteininum, sum verður reistur í Norðdepli sunnudagin.

Umframt minnisvarðan, sum er reistur og sum varð avdúkaður í Norðdepli tollaksmessudag í 2013, verður nú eisini ein minnisvarði - ella minnissteinur - reistur á torginum í Norðdepli. Minnissteinurin verður avdúkaður sunnudagin, 28. august, tá júst eru liðin 150 ár, síðan fyrstu niðursetufólkini settu búgv í Norðdepli.

 

Saman við øðrum hevur Pól Fuglø í Norðdepli seinastu tíðina laðað fundament og garð, soleiðis at minnissteinurin, sum verður skorin og tillagaður á Føroya Grótvirki í Skopun, kann setast upp og avdúkast á 150 ára hátíðarhaldinum í Norðdepli.

 

Pól Fuglø sigur, at grótið, sum er brúkt í arbeiðnum, er ikki nakað ávíst grótslag, men ein blandingur av ymiskum sløgum, sum teir hava funnið ymsastaðni í økinum. Nú arbeiðið hevur verið í gongd, hava teir fingið góðar aftureldingar frá fólki, sum hava verið niðri á plássinum og hugt.

 

Hetta hevur verið eggjandi fyri teir, sum hava gjørt hetta arbeiðið, ið gerast skuldi. Umframt torgið við minnissteini, sum fólk í Norðdepli nú fara at fáa, er ein nýggj træbrúgv eisini gjørd, og økið er nú vakurt á at líta.

 

Sambært skránni fyri hátíðardagarnar í Norðdepli, verður fólkafundur á torginum í Norðdepli klokkan 14, sunnudagin 28. august. Her verður røða og kórsangur og at enda avdúking av minnissteininum.

 

Pól Fuglø heldur, at nú dagurin er so nær, kann hann líka so væl avdúka tað, sum flestu longu vita. Minnissteinurin verður umleið 1,35 metrar høgur, og fóturin verður umleið 2,05 metrar breiður.

 

Hann sigur, at steinurin verður reistur yvir fyrstu niðursetufólkini í Norðdepli, Poul Sivertsen og konu hansara, Marin, og steinurin verður avdúkaður sum eitt høvi á júst 150 ára degnum sunnudagin.

 

- Á aðrari síðuni er ein bringumynd av Poul og Marini og á hinari síðuni mynd av húsum teirra í Norðdepli. Tað er Andreas Justesen á Viðareiði, sum hevur orðað tekstin á minnissteininum - ávikavist til niðursetufólkini og húsini.

 

Pól Fuglø vísir á, at tað var trupult at fáa nakran at gera fundament og laðing kring steinin.

 

- Eg segði, at um tey ongan fingu, skuldi eg taka mær av hesum, tó at eg ikki havi nakrar serligar - fyri ikki at siga ongar - royndir við grótlaðing. Tíðin til hetta arbeiðið hevur verið knøpp, men við góðari hjálp haldi eg, at tað hevur eydnast okkum at gera eitt snøgt og vakurt øki til minnissteinin, leggur hann aftrat.