Í dag klokkan 15:30 verða litsteinprent avdúkað á Studentaskúlanum í Hoydølum. Á heysti í fjør fekk Føroya Studentaskúli steinprentrøðina FRONTAL til gávus frá listakvinnuni Rannvá Kunoy. Hetta eru fimm litsteinprent, ið Rannvá tilevnaði á Grafiska Verkstaði Føroya tíðliga á heysti í fjør.
Skúlin hevur gjørt av at gera pláss fyri listarverkinum á miðhædd skúlans, og í dag, fríggjadagin 25. september, klokkan 15.30 er almenn samkoma á skúlanum, har verkið verður avdúkað.