Avdúkaði ongan

Ein 27 ára gamal maður játtaði í rættinum mánadagin grovan stuldur, tá ið hann royndarkoyrdi ein bil og stjól stýriboksina úr honum

Royndartíðin í sambandi við ein annan dóm var ikki úti, tá ið politiið í september 2011 handtók ein nú 27 ára gamlan mann fyri stuldur.
Í rættinum mikudagin játtaði hann seg sekan, sjálvt um frágreiðing hansara ikki var serliga samanhangandi.
Hann hevði á netinum sæð eina lýsing um ein bil, sum var til sølu fyri 14.000 krónur.
Tann ákærdi maðurin ringdi til bileigaran og segði, at hann hevði áhuga fyri bilinum. Teir møttust, og maðurin vildi sleppa at royndarkoyra bilin.
Hann steðgaði bilinum yviri við Strond, tók stýriboksina úr lænta bilinum og setti eina aðra í. Hana hevði hann í lummanum.
Stýriboksin er ein telda, sum stýrir elektronikkinum í bilinum.
Síðan ringdi ella sms-aði hann til bileigaran og boðaði frá, at bilur hansara var uppsteðgaður.
Tann ákærdi helt fast við, at hann hevði ætlað at keypt bilin.
Ákærin vildi vita, hví hann so hevði eina stýriboks í lummanum, men svarið var ikki serliga greitt:
- Tað er so tað.

Riggaði ikki
Hann segði tó, at høvdu stýriboksirnar verið eins, hevði hann keypt bilin.
Hann fann útav á internetinum, at hann ikki kundi brúka læntu stýriboksina.
Tað kom fram, at hann átti fleiri stýriboksir til bilar og hevði roynt at fáa hjálp til at umprogramera onkra teirra. Eisini ta, sum hann tók úr lænta bilinum.
Ákærin spurdi, hví hann ikki fór aftur við stýriboksini, sum hann hevði tikið, tá ið hann fann útav, at hon ikki kundi brúkast.
- Tað var ov flovisligt, segði hann.
Politiið kom eftir, at hann hevði tikið stýriboksina úr lænta bilinum og fór at leita eftir manninum. Men hann rann undan.
Eina náttina fór hann á bústaðin hjá politistinum, sum arbeiddi við málinum, og legði boksina við úthurðina.
Maðurin nevndi í rættinum, at hann hevði ikki verið einsamallur um stuldurin, men hann vildi ikki avdúka nakran av hinum.
Umframt fongsulsrevsing hevur ákæruvaldið reist endurgjaldskrav móti manninum, 14.000 krónur, sum var virðið á lænta bilinum, men tað endurgjaldskravið vil maðurin ikki kennast við.
Málið varð ikki gjørt liðugt í rættinum mikudagin, tí øll vitnini møttu ikki.
Haraftrat er maðurin skuldsettur í einum øðrum máli, sum ikki er liðugt kannað. Tað er eitt mál um siðamisbrot.