Avbrigdið av harðskapi

    

Tá kvinnur byrjaðu at greiða frá sínum persónligu lívssøgum í samfelagshøpi, varð fokus sett á harðskap móti kvinnum. Tá vóru samfelagsumstøður, sum forðaðu kvinnum í at nýta síni grundleggjandi mannarættindi, sett á dagsskránna. ST-mannarættindaráðstevnan, sum var í Wien í 1983 staðfesti, at harðskapur móti kvinnum er brot á mannarættindini.
Systrasolidariteturin blómaði, og kvinnur vóru samdar um at stuðla hvørja aðrari, og saman niðurbróta harðskap í øllum samfelagsstættum. Tann fyrsta norðurlendska kreppumiðstøðin varð sett á stovn í Oslo, fyri 25 árum síðani og í 10 ár hevur tann norðurlendska kreppumiðstaðarrørslan hildið saman á árligu ráðstevnuni »Nord-iske kvinder mod vold«. Nú eru tilsamans 217 kreppumiðstøðir í teimum norðurlendsku londunum, og fleiri siðamisbrotsstøðir, sum kvinnur reka.
Ráðstevnan staðfesti, at harðskapur móti kvinnum og børnum teirra, hevur fleiri síðir. Á ráðstevnuni, ið í ár var í Helsingør, varð m.a. tosað um javnstøðu, kvinnupolitikk og harðskap móti kvinnum og børnum, sæð frá norðurlendskum og evropeiskum sjónarhorni. Eisini teir mongu fyrilestrarnir á ráðstevnuni góvu nøkur ítøkilig dømi um, hvussu vit bøta um avleiðingarnar og fyribyrgja harðskap ímóti kvinnum og børnum. Fyrilestrarnir kunnu síggjast á
www.lokk.dk
Kvinnur sum handilsvøra, er ein síða av harðskapi ið kemur til sjóndar í pornografi, prostitutión og trafficking. Norðurlendskar kvinnur móti harðskapi eru ørkymlaðar av hesum álvarsligu harðskapsformunum, og samdust á ráðstevnuni í 2001 um, at keyp og søla av kvinnum eigur at vera lógarbrot.
Eins og lógin sigur í Svøríki, mæla vit Íslandi, Noreg, Finlandi, Føroyum Danmark til at broyta sínar lógir, so tað at vera prostitueraður ikki er eitt lógarbrot, men hinvegin at keypa kynsligar veitingar, tá staðfesta vit ábyrgdina fyri prostitutión har hon hoyrir heima ? hjá keyparunum!
Vit mæla teimum stýrandi í norðurlendsku londunum til enn einaferð at hyggja at lóggávuni við tí fyri eyga, at fáa steðgað monnum, ið fremja harðskap ímóti kvinnum og børnum.
Vit vísa til samstarvið millum norðanlond og minna á, at ífylgi ST, eru norðanlond tey londini í heiminum, har mest javnrættur er. Vit mugu royna at liva upp til tað, og ynskja tí ein norðurlendskan politikk, sum sikrar kvinnum og børnum eitt lív uttan harðskap.
Kreppumiðstøðin í Føroyum varð sett á stovn fyri trettan árum síðan. Síðan 1. oktober 1990 hava 197 kvinnur og 183 børn gist á Kreppumiðstøðini. 4.727 áheitanir hava verið um ráðgeving og veg leiðing.