Flogbóltur
Fyri aðru ferð í trý ár hevur Tromsø møguleika at gerast norskur steypavinnari í flogbólti. Leygardagin skulu í Oslo spæla finaludyst móti Nyborg úr Bergen.
Í Tromsø verður sagt, at tey ætla sær at leggja nógv fyri í fyrireikingunum. Millum annað verður farið til Oslo longu hósdagin, men tað stendur tó greitt, at hetta verður uttan Rúna Weihe.
Føroyski spælarin hevur annars verið eitt av álitunum hjá Tromsø í trý kappingarár, men hesa ferð gera kringstøðurnar til finaludystin, at hann ikki er tøkur.
Fáar tímar áðrenn 2006 varð skotið inn, gjørdist Rúni nevnliga pápi á fyrsta sinni. Sjálvur hevði hann sagt felagnum, at um hetta ikki var hent undan finaluni, so kom hann so ikki við, og nú heldur hann, at tíðarbilið til finaluna er ov stutt.
- Nú gekk alt væl, men talan var um tungan barnsburð. Tí havi eg ikki samvitsku at fara heimanífrá í tríggjar dagar longu nú, sigur Rúni við lokala blaðið, Nordlys.
Men føroyski spælarin leggur tó afturat, at hann framvegis heldur Tromsø hava góðar møguleikar í finaluni.
- Spæla allir upp til sítt besta, so ivist eg ikki í, at liðið hevur góðan møguleika, sigur Rúni við blaðið.
Heilt uttan føroyskt ískoyti verður Tromsø tó ikki. Bárður B. Mikkelsen er enn partur av hópinum hjá liðnum, sum eisini hevur Magnus Aðalsteinsson sum venjara. Sami Magnus er eisini venjari hjá føroyska flogbóltslandsliðnum, og tí er framvegis sannlíkt, at nógvir føroyingar fylgja við, tá NRK kl. 14.45 leygardagin sendir beinleiðis frá finaludystinum.