Avboð til landsliðið

Hans Fróði Hansen er seinastu í røðini av leikarum, sum hava givið avboð til venjingarleguna á Cypros hjá fótbóltslandsliðnum

Fótbóltur

Síðani Jógvan Martin Olsen, sum í løtuni tekru sær av fótbóltslandsliðnum, fyri góðum mánaði síðani gjørdi av, hvørjar leikarar hann vildi hava við sær til Cypros á venjingarlegu, eru alsamt fleiri nøvn gliðin av listanum.
Umframt at eingin fótbóltsútiseti verður við á ferðini ,hava Jens Kristian Hansen og Fróði Benjaminsen boðað frá, at teir ikki eru tøkir, og hóskvøldið fekk virkandi venjarin so enn eitt avboð.
Hans Fróði Hansen, sum seinnu árini hevur verið fastur fúsur í landsliðsverjuni, hevur fyri stuttum stovnað egið virkið, og hetta forðar nú honum í at vera við á ferðini.
- Støðan er tann, at eg noyðist niður í arbeiðsørindum, og hetta fellur júst um sama mundið, sum venjingarlegan er, so havi sæð meg noyddan at geva avboð, sigur Hans Fróði, og hann leggur afturat, at tað avgjørt ikki er við gleði at hetta er gjørt.
- Eg havi onkun tíð fyrr givið avboð, men tá hevur tað verið vegna skaða. Hetta er fyrsta ferðin, at eg ikki eri við, hóast mær einki bilar, so tað var eitt sindur tungt at boða venjaranum frá hesum.
Spurdur, um arbeiðsbyrðan sum sjálvstøðugur vinnurekandi er somikið stór, at onnur avboð eisini kunnu hugsast, tá undankappingardystirnir móti eitt nú Týsklandi eru á skránni, er stinni verjuleikarin tó sera avgjørdur.
- Í løtuni kenni eg meg noyddan at fara á tað skeiðið, sum talan er um, men tosar tú um dystin móti Týsklandi, so vildi skeið verið skeið. So má eg heldur missa tann veitaran, sigur Hans Fróði Hansen at enda.