Avbjóðandi mótstøða

Føroyar hava ongantíð vunnið á mótstøðuliðunum, sum bíða í EM-undankappingardystunum hósdagin og sunnudagin

Føroyar hava ongantíð vunnið á mótstøðuliðunum, sum bíða í EM-undankappingardystunum hósdagin og sunnudagin.

 

- Í dag, hósdagin klokkan 17.30, møta okkara kvinnur hondbóltsrisanum Svøríki. Føroyar hava spælt tvær ferðir móti Svøríki áður. Tað var í EM-undankappingini til EM 2020, og tá gjørdist talan um tvey stórtap. Kringvarpið vísir dystin í dag í sjónvarpinum, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Sunnudagin klokkan 15.00, í Høllini á Hálsi, møta Føroyar Íslandi. Ísland vann í gjár fyrsta dystin í bólkaspælinum 32-14 á heimavølli móti Luksemborg. Føroyar hava møtt Íslandi fimm ferðir áður, men hava ongantíð vunnið.

 

Ísland var á vitjan í Føroyum í 2022, tá tveir venjingardystir vóru spældir. Ísland vann báðar dystirnar við fimm málum. Ísland vann seg ikki í seinasta EM-endaspælið.

 

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum. Rakul Wardum hevur fingið ein lítlan snudd og verður hon tískil ikki við í Svøríki. Hon verður tó møguliga við til heimadystin móti Íslandi.

 

Landsliðsvenjararnir hava í hennara stað úttikið Silju Arngrímsdóttir Müller úr Neistanum. Silja er 19-ára gomul og hevur nógvar ungdómslandsdystir í skjáttuni, men er hetta hennara fyrsti A-landsdystur. Silja var ein av eyðsýndu spælarunum á U19-landsliðnum, sum stóðu seg væl í EHF Championship í summar.

 

Málverjar:

 

Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)

 

Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistanum

 

Vengur:

 

Rannvá Olsen, VÍF

 

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

 

Guðrið á Borg, H71

 

Brynhild Pálsdóttir, Ajax København (DEN)

 

Lív S. Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

 

Strikur:

 

Brynja Høj, Neistin

 

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

 

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

 

Bakkar:

 

Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

 

Elsa Egholm, H71

 

Maria Pálsdóttir Nolsøe, Neistin

 

Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)

 

Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

 

Natasja Hammer, StÍF