Avbjóðandi at døma í Copa Del Sol

Eiler, Jan og Kristian Sofus fáa seg royndar í Spania í hesum døgum

Í hesum døgum eru tríggir føroyskir dómarar í Spania og døma í venjingarkappingini Copa Del Sol. Teir eru Eiler Rasmussen, Jan á Líðarenda og Kristian Sofus Petersen.

 

Hoyr samrøðuna við Eiler við at trýsta á pílin undir myndini

 

Talan er um eitt afturvendandi tiltakt, har ein føroysk dómara trio fær ein innbjóðing úr Norra til at døma í kappingini, sum hevur fleiri norsk lið við.

 

Fyri Eiler Rasmussen er hetta ein góður møguleiki at fyrireika seg til føroysku kappingina seinni í ár.

 

- Hetta er ein góður møguleiki hjá okkum at fáa dystarvenjing tíðliga á árinum. Tað er avbjóðandi. eitt nú at døma oddaliðið í Rumenia Astra og norska Rosenborg. Leikferðin var ótrúliga høg, sigur Eiler, sum tó letur væl at avrikinum.

 

Mikudagin dømu teir ein dyst millum Strømgodset og Benfica úr Angola. Tað gjørdist eisini avbjóðandi.

 

- Benfica liðið var væl fyri kropsliga, men ikki taktiskt. Tað var somuleiðis avbjóðandi, men tað gekk eisini væl. Vit skulu døma teir aftur í dag, sigur Eiler Rasmussen.

 

Hóast talan er um yrkisspælarar, so er tað ikki torført at umstilla seg frá føroyskum fótbólti.

 

-       Tað er Ikki so stórur munur. Størsti munurin er leikferðin. Føroyskir dómarar eru í dag væl fyri kropsslig, at vit ikki hava stórvegis trupulleikar at fylgja við, sigur Eiler Rasmussen, sum leggur afturat, at tað altíð ein gularót at sleppa slíkar túrar sum føroyskur dómari.

 

Eiler Rasmussen, Jan á Líðarenda og Kristian Sofus Petersen døma í dag triðja og seinasta dystin fyri teirra viðkomandi í kappingini.

Til ber at hoyra samrøðuna við Eiler Rasmussen við at trýsta á pílin undir myndini