Avbjóðingin var ein uppliving

Veruleikin var staðfestur á Tórsvølli í gjár. Manchester City var klassar omanfyri EB/Streym og vunnu eisini trygt. Samstundis vístu leikararnir hjá EB/Streymi eisini, at fleiri teirra eru ógvuliga stinnir og djarvir

Manchester City gjørdi sína skyldu. Tað gjørdi EB/Streymur eisini. Heimamenninir forðaðu einum skrædli, ið fleiri høvdu stúrt fyri. Teir vístu góðan hugburð og góvust ongantíð. Allan dystin á tamb stríddust teir fyri hvørjum bólti, og tað hevði við sær, at tapið, sum var ómøguligt at sleppa undan, ikki gjørdist meiri enn tvey mál.

Men hóast EB/Streymur gjørdi sítt, og onkur kanska meiri enn tað, so var tað sjónligt, at Manchester City var fleiri klassar omanfyri oddaliðið í Formuladeildini.


Óvæntað uppstilling

Sigfríður Clementsen valdi at binda um heilan fingur til dystin. Verjan var tann, fólk flest høvdu roknað við. Men at bæði Fróði Clementsen og Anders Post Jacobsen byrjaðu á sentrala miðvøllinum saman við Levi Hanssen, sum kom væl frá uppgávuni, var heldur óvæntað. Hugskotið við hesum hevur helst verið, at fáa tveir fysiskt sterkar menn, sum kunnu fylla eitt sindur upp undir liðini á Levi Hanssen. Tað riggaði eisini hampiliga væl.

Úti í borðunum spældu Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen. Síðst nevndi kom ikki veruliga til sín rætt, fyrr enn hann var fluttur upp í álopið, meðan Hans Pauli Samuelsen ikki fekk nakað serligt burtur úr. Onkrar flottar driblingar og temjingar hevði víkarmaðurin, men hugburður hansara tóktist at vera heldur uppgevandi til tíðir, og tískil valdi Sigfríður Clementsen at seta Hanus Eliasen inn í staðin.

Fremsta sessin átti Peter Foldgast. Higartil hevur tað verið so sum so við hansara avrikum, men í gjárkvøldið spældi hann ein góðan dyst, har tað veruliga kom til sjóndar, at hann er vanur við at spæla fótbólt á hampiliga høgum støði. Hann dugdi væl at taka bóltin niður, halda eitt sindur upp á hann og vinna EB/Streymi tíð. Hann taldist millum bestu leikararnar hjá EB/Streymi í gjár.

Bestur fyri felagsliðið var tó Marni Djurhuus. Hann vísti veruligt stórspæl. Stýrdi verjuni og liðnum sum heild, rópti tá tað var neyðugt, spardi seg ikki í nærdystunum og tordi at taka neyðugu kjansirnar.

Undir hansara lið var liðformaðurin Egil á Bø, sum eisini av røttum kann vera errin um sítt avrik.

Bakkarnir báðir, Leif Niclasen og Bárður Olsen høvdu tað trupult. Teir kunnu tó væl standa inn fyri sítt avrik, hóast Leif Niclasen onkuntíð tóktist íðan lættur at yvirspæla.

Í málinum byrjaði René Tórgarð dystin við ein frágera góðari bjarging, og málini bæði fekk hann ikki gjørt nakað sum helst við.


Málini

Manchester City legði fyri júst sum væntað – eitt øgiligt trýst frá byrjan. Omanfyrinevnda bjarging var neyðug beinanvegin í dystinum, sum kortini ikki gjørdist nógvar minuttir gamal, áðrenn hol kom á.

Darius Vassel spældi tvørtur um feltið til Martin Petrov, ið høgdi bóltin í netið.

Nakrar minuttir seinni slapp Vassel sjálvur at royna seg, men einsamallur við René Tórgarð, eydnaðist tað havnarmanninum at verja fyri.

So hasaði ógvusliga trýstið av eina løtu, og um miðan fyrra hálvleik tordi EB/Streymur at ota seg nakrar metrar fram á vøllin. Teir komu tó ikki langt, tí eftir hornaspark hevði týski Dietmar Hamann økt um leiðsluna. Bólturin sprakk út til hansara, og skamt uttanfyri brotsteigin fluktaði Hamann bóltin flott upp í hornið.

Manchester City hevði fleiri aðrar møguleikar, ið kundu givið mál aftrat, men so var ikki. EB/Streymur megnaði tó heldur ikki at fáa netmeskarnar at blaktra, og høvdu ikki nevniverdan møguleika undan steðginum.


EB/Streymur nærkaðist

Seinni hálvleikur byrjaði munandi betur fyri EB/Streym. Bárður Olsen sendi eitt ávaringarskot avstað, tá hann royndi seg við fríspark úr 25 metrum, sum Joe Hart í málinum ikki megnaði at halda, men misti út til hornaspark.

Og satt at siga gingu fyrstu 20 minuttirnir av seinna hálvleiki, uttan at Manchester City hevði nakað trýst á EB/Streym sum so. Gaman í, leiðslan var í tryggum hondum, og tískil var eingin grund til at pøsa seg óneyðuga nógv.

Teir hildu tó EB/Streym frá sínum málið. Eitt stuttligt dømi um, hvussu langt burtur EB/Streymur var frá veruligum málroyndum var, tá Fróði Clementsen royndi úr 35 metrum, og flennandi mátti ásanna, at hann helst var dekan ov bjartskygdur við skotroyndini.

Hinvegin slapp Arnbjørn heilt nær, tá hann hegnisliga setti Richard Dunne av við eini hælfintu, men orkan var uppi, tá hann endiliga slapp at skjóta.


City er víðari

At dysturin endaði við tvey málasigri til gestirnar, kunnu teir í EB/Streymi vera glaðir um. Bæði tí, at tað er eitt flott úrslit at hava við sær, og eisini tí, at tapið kundi verið størri. Hinvegin er sigurin hjá Manchester City so mikið stórur, at EB/Streymur hevur spælt av við allar kjansir – um teir nakrantíð høvdu nakran – um at koma víðar.

Størsta avbjóðingin, sum nakað føroyskt lið hevur verið úti í, stendur nú eftir sum ein uppliving hjá leikarunum. Ein positiv uppliving!