Avbjóðingin hjá Ólavi er risastór

HB maskinan er av álvara farin at snúra á Tórsvølli, meðan ÍF sunnudagin varð sett upp á pláss á útivølli

Í fyrsta umfari vann HB 5-2 á heimavølli ímóti NSÍ. Síðsta sunnudag tapti ÍF 3-0 á útivølli ímóti NSÍ.

Í kvøld hittast HB og ÍF á Tórsvølli.

HB tykist av álvara at hava fingið fatur í rætta endanum. Sunnudagin endaði tað við 7-0 heimasigri ímóti 07 Vestur. Stóri maðurin var Mikkel Dahl, sum skoraði fýra mál. Adrian Justinussen og Mads Bo Mikkelsen vóru í fremstu ódnunum.

Í gjárkvøldið tapti næstbesta HB liðið 2-1 á Argjum.

Pætur J. Petersen, sum leingi hevur verið skaddur, var á vøllinum í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin avloysti Hilmar Leon Jakobsen, sum annars leingi hevur verið fastur maður á besta liðnum.

Sunnudagin var Michal Przybylski ikki á vøllinum, og Stefan Radosavljevic var bara á vøllinum í seinna hálvleiki. Sunnudagin var René S. Joensen millum teir fyrstu ellivu, og Samuel Johansen Chukwudi, sum í gjárkvøldið var á næstbesta liðnum, varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Hetta vísir, at tað í løtuni er stór kapping um plássini á HB liðnum.

Hjá ÍF kemur tað illa við, at royndi miðverjin Jens Joensen er leikbannaður, tí hann sá reytt í 3-0 tapinum í Runavík.

-Vit høvdu ikki marginalirnar við okkum í Runavík, har tapið var størri, enn spælbýti og møguleikar vóru, heldur ÍF venjarin Ólavur Larsen.

-Men vit hava fyrireikað okkum væl til ferðina suður í høvuðsstaðin, og vit rokna við møguleikanum, at tað skal eydnast at vinna úrtøku.

Besti ÍF málskjúttin Uros Stojanov er darvaður av skaða. Hann var við í Runavík, og hann verður á Tórsvølli í kvøld:

-Uros fær viðgerð, og tað hevur stóran týdning fyri okkum, at hann er tøkur, hóast tað bara eru tríggir dagar síðani, at vit spældu, sigur ÍF venjarin.