FB-Ráðstevna
Seks framløgur vóru á fundinum, sum forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, stjórnaði við hepnari hond.
Tað var Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, sum legði fyri. Hann tók saman um gongdina hjá fiskavirkjunum seinastu árini, men noyddist at ásanna, at virkini ? frá at hava gingið væl í nøkur ár ? nú eru í einum aldudali og samanlagt fara at geva eitt hall í ár, sum fer at tátta í einar 30 miljónir krónur. Hann reisti spurningin, um fiskivinnan í Føroyum er á veg inn í eina kreppu, og hvat vit kunnu gera, so virkir og skip fáa vent gongdini.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, tosaði um neyðugar broytingar í politisku kørmunum og vísti á, at hann júst sama morgun, sum ráðstevnan varð hildin, hevði hann lagt fram ein sonevndan "fiskapakka" fyri landsstýrismenninar og samgongutinglimirnar. Í hesum pakka er uppskot um broytingar, sum eitt nú skulu avmarka møguleikarnar hjá skipum at avreiða uttanlands, og somuleiðis er uppskot sum skal gera tað møguligt hjá útlendingum at bjóða uppá fisk, sum verður seldur á uppboðssølu í Føroyum. Ein partur av upplegginum hjá landsstýrismanninum snýr seg um skiljing av fiskinum umborð.
Egil Olsen, sum er formaður í ráfiskakeyparafelagnum, setti spurningin, um verandi rávøruatgongd er nøktandi fyri fiskavirkini. Hann viðgjørdi spurningin, um tað kanska er ein fyritreyt fyri føroyskari fiskaframleiðslu á landi, at virkini fáa støðugari atgongd til rávøruna ? og um hetta krevur eitt økt samstarv millum skip og virkir. Hann tosaði um lítla virksemi, sum er á fiskavirkjunum og segði, at nú gongdin er versnandi, serliga hjá frystivirkjunum, er vandi fyri, at nøkur virkir ikki fara at hóra undan.
Formaðurin í ráfiskaseljarafelagnum, Árni Joensen, tosaði um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa, um skipini verða noydd at bjóða allan fiskin út í Føroyum ? og soleiðis verða skerd frá møguleikunum at avreiða uttanlands. Men upp á spurningin, um veiðiliðið skal tryggja grundarlagið undir framleiðsluni á landi, svaraði Árni: Ja, sjálvsagt. Í sínum innleggi greiddi hann frá sjónarmiðjunum hjá ráfiskaseljarunum og helt fyri, at ráfiskaseljarar mugu hava ein møguleika at fara uttanlands við fiskinum, áðrenn hann endar í køstinum hjá Havsbrún, sum hann tók til.
Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, viðgjørdi spurningin, hvussu okkara flakavinna kann halda seg kappingarføra. Hann tosaði í breiðari merking um týdningin av aling av ymiskum fiskasløgum úti í heimi, og hvørjir kappingarneytarnir hjá okkum eru. Hann reisti spurningin, um lønarlagið hjá okkum er ein trupulleiki og nevndi møguleikan, um framleiðsla av feskum úrdráttum kanska er ein vegur fram. Meinhard viðgjørdi eisini spurningin, um framleiðsluliðið eigur at knýta tættari sambond við marknaðin og rávøruliðið.
Seinastu framløguna í røðini hevði íslendingurin, Agnar Fríðriksson, sum er stjóri á Coldwater í Grimsby. Hann tók saman um tær royndir, sum íslendingar hava við framleiðslu í ? og í kapping við - láglønarlond. Agnar hevði eisini sítt boð uppá, hvørjar framleiðslustrategiir koma at standa seg best komandi árini, og hann viðgjørdi eisini spurningin, um bygnaðurin í íslendska fiskivinnuídnaðinum hevur havt týdning fyri lønsemið.
Eftir framløgurnar, var pallborðsorðaskifti, sum í størstan mun snúði seg um skiljing av fiski umborð á skipunum, nú landsstýrið ætlar at loyva útlendingum framat fiskinum, sum í framtíðini verður boðin út í Føroyum.
Sosialurin fer at venda aftur til áhugaverdu framløgurnar í hesi vikuni, men fer í hesum blaðnum at endurgeva ein part av tí kjaki og teimum spurningum, sum vóru frammi undir orðaskiftinum.