Avbjóðingar

Fráfarandi landsliðsvenjarin heldur, at tað er av alstórum týdningi, at landsliðið sum skjótast fær fleiri avbjóðingar, soleiðis at liðið kann brýnast enn meira til framtíðar uppgávur

 

Landsdystir


Eftir at hann fyrst hevði fingið obligatoriska brúsutúrin frá leikarum sínum, fingu vit orðið á ein rennvátan landsliðsvenjara, ella skuldi vit sagt fyrrverandi landsliðsvenjara.

Tað hevur alla tíðina verið greitt, at Palli Joensen skuldi fara frá eftir hesar uppgávurnar, og nú alt er farið aftur um bak, spurdu vit Palla, hvat tað var fyri eitt lið, sum hann nú lat úr hondum, og hvørja uppgávu hann helt vera av størstum týdningi fyri ein komandi venjara.


Framhald

- Tað eru fleiri partar, sum eru týdningarmiklir hjá einum komandi venjara, men ein partur av tí er í øllum førum, at liðið innan stutta tíð fær fleiri avbjóðingar. Til dømis kann eg nevna, at eg tosaði við venjaran hjá litavum, og hann segði mær, at teir hava spælt 18 dystir seinastu tveir mánaðirnar.

- Tað er júst hetta, sum ger, at liðini verða brýnd til komandi avbjóðingar, og hyggur mann eftir okkara liði, so haldi eg nógv er hent hesar seinastu vikurnar.

- Sjálvandi eru tað eisini lutir, sum taka nógva tíð at broyta. Áður hevur likams- ella styrkisvenjingin verið nevnd, og hetta er sjálvandi tann drúgvasti parturin. Hetta er nakað, sum má liggja úti í feløgunu.


Arbeiða við hópinum

Um liðið, sum hann nú letur úr hondum, heldur Palli, at talan sum so ikki er um eitt lið, men heldur um ein hóp.

- Tá man lesur ella hoyrir fjølmiðlarnar, so verður kanska sett spurnartekin við, hví mann ikki brúkti tann og tann leikaran, men soleiðis síggi eg ikki sjálvur upp á hetta arbeiðið. Tað er ikki soleiðis, at eg bert skal taka teir 12 leikararnar, sum eg haldi eru best fyri, tí vit arbeiða við einum hópi. Vit tosa jú so ofta um breiddina, og hendan er ikki minst týdningarmikil á landsliðnum.

- Einasti møguleikin fyri at allir í hópinum skulu mennast, er um teir eisini allir fáa møguleikan at vera við, og tað lyfti fingu allir 16 áðrenn vit fóru undir uppgávuna. Hjá onkrum hevur so borist frá, tí arbeiðisumstøðurnar ikki loyvdu nóg nógvari venjing,


Høgra síðan

Júst hetta við, at fólk hava ymsar fatanir av, hvussu liðið eigur at síggja út, var eisini nakað, sum landsliðsvenjarin merkti til um vikuskiftið. Tað varð frá fleiri síðum mett sum ein skeiv avgerð, at Heini Joensen ikki var við í dystinum leygardagin.

- Tað vil sjálvandi altíð vera okkara meting, hvussu liðið kemur at síggja út. onkuntíð royna vit so at grundgeva okkara fatan, og onkuntíð ikki, og tað skulu vit so eisini hava loyvi til. Tað haldi eg vit eiga at hava rætt til.

- Eg vil tó siga somikið sum, at ein og hvør leikari á landsliðnum skal kunna finna seg í, at hann ikki er við til hvønn dyst. Líka mikið, hvør mann er, so eigur mann at finna seg í hesum, og allir leikararnir fingu lyfti um spælitíð áðrenn vit fóru í holt við dystirnar, og so sigi eg ikki meira um hatta málið.

Júst Heini kundi annars verið ein møgulig loysn upp á trupulleikan, sum føroyska liðið tóktist at hava í høgru álopssíðu. Ein trupulleiki, sum kemst av, at lámirnir eru ov fáir í tali, og sum millum annað viðførdu, at vit ikki fingu nakað mál av høgra veingi í nøkrum av dystum, sum leiktir vórðu á hesum sinni. Spælararnir, sum spældu á plássinum, fingu tó onkur mál, men einki av hesum varð skotið av veinginum.

Til hetta hevði fráfarandi venjarin tó onga loysn sum so.

- Tað finst eingin loysn sum so. Lat meg siga, at vit sum so heldur ikki hava fingið so nógv frá vinstra veingi fyrr enn í dag, men júst hasum trupulleikanum hava vit arbeitt við, síðani hópurin varð úttikin. Vit hava roynt ymsasr loysnir við teimum lámum, sum vit hava havt, men tíverri hava forfall eisini gjørt seg galdandi, og tí hevur ikki altíð verið gjørligt at havt hesar við í hópinum.

- Tað er ikki nøkur loysn sum so á trupulleikanum. Lamirnir í føroyskum hondbólti eru ikki so nógvir, og mann kann ikki bara skifta hond uttan víðari, sigur Pauli Joensen at enda, áðrenn hann slapp sær inn í skiftirúmið at fáa onkur turr klæði á kroppin.