- Síðstu árini eru alsamt fleiri uppgávur lagdar á fólkaskúlan, meðan tímatalið er skert. Í hesum sambandi hevur sitandi formaður ikki dugað nóg væl at verja fakið og arbeiðsuppgávurnar hjá lærarum.
Tað sigur Hans Jón Thomsen, sum á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag bjóðar seg fram sum nýggjan formann.
Sitandi formaðurin, Herálvur Jacobsen, er somuleiðis fúsur at halda fram í formanstólinum, og tí verður stríðsval 6. apríl.
Hoyr samrøðu við Hans Jón Thomsen her: