Avbjóðararnir skulu vísa at dugur er í teimum

1.DEILD: 07 Vestur er á veg til Klaksvíkar, og B68 fær vitjan av Víkingi

Áttanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin.

Stóri spurningurin er alla tíðina, hvussu liðini, sum droyma um bestu deildina, standa seg.

Talan er fyrst og fremst um 07 Vestur og eisini B68.

Avbjóðingin hjá 07 Vestur er í dag KÍ á útivølli. Klaksvíkingar eru á triðja plássi, trý stig aftanfyri 07 Vestur, sum við 16 stigum er næstfremst. 07 Vestur hevur framvegis ikki tapt. Talan er um fimm sigrar og ein javnleik. 07 Vestur eigur útsettan dyst ímóti B71.

Víkingur er topplið 19 stigum. Í dag verður oyggjauppgerð á Svangaskarði, har gøtumaðurin Svenn Olsen er venjari. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur B68 tapt ímóti NSÍ og B71, og nú er B68 á sætta plássi – ellivu stig aftanfyri Víking.

Tað hevur gingið væl hjá NSÍ, sum fýra tær síðstu ferðirnar hevur vunnið tríggjar ferðir og eina ferð spælt javnt. Í dag verður NSÍ gestur í Hólmanum á Eiði hjá EB/Streymi, sum burturúr sjey teimum fyrstu umførunum hevur vunnið tvey stig.

B36 og HB kappast um at sleppa undan næstaftasta plássi. Í dag er HB gestur á Skála, meðan B36 er á veg um Skopunarfjørð. B71 vann fyri einari viku síðani 4-1 á heimavølli ímóti B68.

KÍ – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 15.00

EB/Streymur – NSÍ: Aron Sofus Vest kl. 16.00

B68 – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 14.30

Skála – HB: Rani A. Skaalum  kl. 13.00

B71 – B36: Rúni Olsen kl. 16.00

 

Víkingur761020519
07 Vestur651013416
7412221213
NSÍ7412121113
Skála71511088
B68722313168
B71621312187
HB71158134
B3671153164
EB/Streymur702514242