Avbera góður vøllur

Sørvágur: Allir spælarar, sum vóru á vøllinum sunnudagin, vóru á einum máli um, at nýggi vøllurin hjá sørvingum er av bestu góðsku.

Í 3. deildardystinum millum SÍ og Fram varð vøllurin royndur á fyrsta sinni, og menn eru væl nøgdir við hann, skilst á heimasíðuni hjá kommununi.
Sjálvur dysturin endaði við javnleiki 2-2, men av tí at dysturin var steypadystur, varð neyðugt at avgera hann við eini brotsparkskapping.
Hesa kappingina vann Fram og fóru teir avstað við tí fyrsta steypinum, og sum borgarstjórin í Sørvágs Kommunu, Jákup Suni Lauritsen handaði teimum eftir dystin
- Við so góðum umstøðum, verður hetta steypið væntandi ikki tað seinasta, sum spælast skal um í Sørvági í framtíðini, siga teir vælnøgdu sørvingarnir.