Ávaringin um hálku er álítandi í 99 % av tíðini

Trygdin er nógv batnað, men í síðsta enda er tað altíð bilførarin sjálvur, sum hevur ábyrgdina

- Í morgun høvdu vit saltað vegirnar í Suðuroy sum vit plagdu.

Tað sigur Mikkel Heide Frandsen, sum hevur ábyrgd av vetrarhaldinum hjá Landsverki.

Fyri løtu síðani lósu vit her á www.in.fo, at bilføarin á skúlabussinum í Hvalba varð tikin á bóli í morgun, tí ávaringin hjá landsverki um hálku var ikki eftirfarandi.

 

Les eisini: Bilførari á skúlabussi tikin á bóli av hálku

 

Men Mikkel Heide Frandsen sigur at í morgun varð saltað í Suðuroy eftir forskriftunum.

- Klokkan fimm í morgun fór manningin av høvuðsstøðini hjá Landsverki í Øravík runt at salta. Vit brúktu eitt tons av salti á vegastrekkinum úr Øravík til Sandvíkar og eitt tons á strekkinum úr Øravík til Sumbiar, sigur hann.

 

Hann sigur, at tað tekur saltinum ein hálvan til ein tíma at virka, men vanliga heldur tað sær í einar tríggjar, fýra tímar, so tað skuldi kunna tikið alla morgunferðsluna.

- Men ferðsla og aðrar umstøður kunnu sjálvandi gera, at tað aftur er hált longu klokkan átta, hóast tað varð saltað klokkan seks, sigur hann.

Men tað, sum ikki skerst burtur, er, at Landsverk hevði onga fráboðan um hálku í Suðuroy í morgun.

Mikkel Heide Frandsen sigur, at Landsverk hevur sett sjálvvirkandi veðurstøðir upp ymsastaðni.

- Tær eru settar upp, har vandin fyri hálku er størstur og ein av hesum veðurstøðunum er á Kolavegnum, sigur hann.

- Men sjálvsagt kunnu tað vera heilt staðbundin viðurskifti sum gera, at ávaringin ikki er heilt eftirfarandi hvørja einastu ferð, leggur hann afturat.

Og morgunin í morgun kann hava verið eitt dømi um tað, men í 99 prosent av tíðini eru veðurstøðirnar álítandi, sigur hann.

 

Annars minnir hann á, at sama hvat ávaringin frá Landsverki sigur, er tað altíð hvør einstakur bilførari sjálvur, sum má meta um støðuna og sum hevur endaligu ábyrgdina og skal koyra etir umstøðunum.

Hann heldur eisini tænastan sum er nú, er nógv betri enn hon var fyrr, tá ið fólk frá Landsverki koyrdi runt hvønn morgun at vita, hvussu tað stóð til við hálku.