Á degi nummar 32 í krígnum í Ukraina hoyrast bumbubrestir í kvøld í ein útnyrðing úr ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev.
Tað er tíðindamaðurin hjá Kiev Independent, Illia Ponomarenko, ið skrivar um spreingingar, sum eru at hoyra í kvøld.
- Glasið í vindeygunum skelvir, skrivar hann og leggur aftrat, at spreingingar eisini hava verið í býunum, Lutsk, Kharkiv og Zjytomyr.
Kiev Independent skrivar, at talan er um russiskar rakettir, sum antin raka síni mál - ella rakettir, sum vera skotnar niður.
Sambært heimasíðuni eru ávaringarlúðrar í gongd í fleiri býum kring um í Ukraina í kvøld.