Søtievnið Aspartam verður latið í nógvar sukurfríar drykkir og matvørur, og tí vóru yvirskriftirnar stórar, tá ið Heimsheilsustovnurin WHO herfyri ávaraði ímóti brúki av Aspartam, tí tað kann vera krabbaelvandi.
Nú hevur amerikanski heilivágsstovnurin Federal Food and Drug Administration (FDA) kolldømt niðurstøðuna hjá WHO, skrivar CNBC.
FDA heldur, at niðurstøðan hjá WHO byggir á stórar manglar í kanningararbeiðnum, og at um fólk bara halda seg til viðmæltu mongdirnar av Aspartam, eru eingi heilsuvandar við evninum.
– Aspartam er eitt av mest kannaðu ílatingarevnunum í mannaføði. Granskarar hjá FDA síggja ongar trygdarvandar við evninum, um Aspartam verður brúkt eftir forskriftunum, sigur talsmaður fyri FDA sambært CNBC.
Kanadiski heilivágsstovnurn Health Canada og europeiski matvørustovnurin EFSA hava gjørt somu niðurstøðu sum FDA.