Í ólavsøkurøðuni síni róði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, framundir, at alivinnan skuldi rinda hægri avgjald til landskassan. Løgmaður vísti á, at hesa seinastu tíðina hevur laksaprísurin verið óvanliga høgur. Men samstundis ásannaði hann somuleiðis, at framleiðslukostnaðurin er eisini hækkaður tí prísurin á rávøru er hækkaður. Tí er ætlanin er at tillaga tøkugjaldið, so tað avspeglar nýggja veruleikan, sum løgmaður málbar seg.
Men hesum ávarar Christian Andreasen, formaður fólkafloksins ímóti. Nú Løgtingið hevur orðaskifti um ólavsøkurøðuna ávaraði hann ímóti at hækka avgjaldið hjá alivinnuna í óðum verkum, sum hann segði. Hann vísir á, at í fjør setti gjaldið frá alivinnuni met og í ár verður mett, at alivinnan fer at rinda einar 600 milliónir í landskassan. Tí mælir hann heldur til, at alivinnan fær frið at veksa, tí soleiðis fer hon at kasta meiri av sær til samfelagið. Alivinnan ger íløgur fyri milliardir á hvørjum ári, so so fer hon at geva meiri av sær til samfelagið.
Hann ásannar, at prísurin á laksi er hækkaður nógv, men framleiðslukostnaðurin er eisini hækkaður, og sum frálíður fer framleiðslukostnaðurin væntandi at hækka líka nógv sum laksaprísirnir.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, spurdi speiskliga um tað var formaðurin í Fólkaflokkinum, ella advokaturin hjá Bakkafrost, sum tosaði. Men Christian Andreasen heitti á hann um at tosa um politikk, heldur enn at misteinkilgera hann, hvørja ferð hann tók orðið.