Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú um, at glaspetti eru funnin í einum pakka av rísblandingi.
Talan er um rís, sum eisini er selt í Føroyum
Talan er um ein pakka av REMA 1000 Risblanding – frostvare.
Nettovektin er 600 gramm og Lotnummar: L 13.12.2013 09:45.
Hendan rísblandingin heldur sær til 13. 06 í 2015.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðfestir, at glaspetti í mati kunnu skaða munn, háls og tarmar.
Tí mælir stovan til, at tey, sum hava keypt hetta slagið av rísblanding, við hesum ávísa nummarinum, eiga at fara aftur í handilin, tey hava keypt frá, og lata pakkan inn aftur.
Í øðrum lagi kunnu tey ístaðin fyri beina vøruna burtur.
|