Ávara um eldsvanda á skipum

Sum avleiðing av eldinum umborð á Pison hósnáttina 23. januar, tá ein 47 ára gamal maður doyði, ávarar Sjóvinnustýrið nú um, at vandi kann standast av miðhitaovnum umborð á skipum.

Sum avleiðing av eldinum umborð á Pison hósnáttina 23. januar, tá ein 47 ára gamal maður doyði, ávarar Sjóvinnustýrið nú um, at vandi kann standast av miðhitaovnum umborð á skipum.

 

Í fráboðanini sigur Sjóvinnustýrið, at tey vilja heita á skiparar og øll, ið varða av skipum um at halda vakið eyga við el-hitaovnum, so sum »Ribburørsovnum«.

 

Í ávaringini vísir Sjóvinnustýrið á, at tryggjast skal, at slíkir ovnar sleppa av við hitan, eru festir, sum fyriskrivað frá framleiðara, eru CE-merktir og egnaðir til nýtslu umborð á skipum. Eisini minni Sjóvinnustýrið á, at slíkir ovnar ikki skulu festast á eldfimt tilfar, so sum timbur.

 

Sjóvinnustýrið leggur dent á, at tað er týdningarmikið at tryggja, at einans ovnur, ið er egnaður, verður settur í vátrúm.

 

Ávaringin frá Sjóvinnustýrinum kann heintast VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Fleiri myndir av eldinum umborð á Pison 23. januar í ár síggjast í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER