Sunnudagin spæla Manchester City og Manchester United í Premier League. Hetta er ein av størstu dystunum á árinum, og nú hevur løgreglan fingið óvæntaðar trupulleikar at dragast við.
Myndirnar eru frá dystinum millum Serbia og Albania
Løgreglan í Greater Manchester hevur fingið illgruna um, at onkur ætlar at flúgva eina dronu inn á Etihad leikvøllin, meðan dysturin er og fleiri milliónir sjónvarpshyggjarar fylgja við.
Hetta hendi í landsdystinum millum Serbia og Albania í EM undankappingini fyri kortum. Tað endaði við at eitt flagg við albanskum boðskapi fekk øði í bæði spælarar og áskoðarar. Nú er vandi fyri, at onkur hevur ætlan um at gera okkurt líknandi til grannauppgerðina í Manchester sunnudagin – tó uttan at hetta skal hava nakað við Albania at gera.
Fyri tveimum vikum síðani handtók løgreglan ein mann, sum fleyg við eini sokallaðari dronu uttanfyri fyri eina handilsmiðstøð tætt við Etihad leikvøllin, meðan Manchester City og Tottenham spældu.
Heili 400 trygdarfólk verða til staðar, tá Manchester City og Manchester United møtast sunnudagin. Grannauppgerðin hevur fyrr havt trupulleikar við sær, tá millum annað Rio Ferdinand bleiv raktur av einum mynti og fór at bløða.
Manchester City liggur í løtuni nummar trý, meðan Manchester United er nummar átta í Premier League.
Premier League 10. umfar:
Leygardagin 1. november
Newcastle – Liverpool (12:45)
Arsenal – Burnley (15:00)
Chelsea – QPR (15:00)
Everton – Swansea (15:00)
Hull – Southampton (15:00)
Leicester – WBA (15:00)
Stoke – West Ham (15:00)
Sunnudagin 2. november
Manchester City – Manchester United (13:30)
Aston Villa – Tottenham (16:00)
Mánadagin 3. november
Crystal Palace – Sunderland (20:00)