Ávara sjómenn ímóti at fara við ávísum skipum

Tað stendur bara við og versnar hjá hesum skipum

 

Tey trý manningarfeløgini taka nú tað óvanliga stig at ávara alment sjómenn ímóti at mynstra við ávísum fiskiskipum í Suðuroy.

 

Tey trý feløgini, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið, hugsa í hesum sambandi um skip, sum eru reidd út av Aleksander Nordenskjold Vilhelm í Vági og Finnbjørn Poulsen í Lopra. Tey ávara eisini fólk ímóti á nakran hátt at taka lut í virksemi, sum hesir standa fyri umborð á skipum.

 

Feløgini siga, at hetta er tí, at sáttmálarnir vera ikki hildnir.

 

Nøkur av skipunum - ella feløgum - sum hesir báðir reiða út, eru limir í Føroya Reiðarafelag og eru tískil fevnd av sáttmálanum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag.

 

- Men sáttmálin hevur verið og verður enn áhaldandi og miðvíst brotin, siga tey trý feløgini.

 

Hvat øðrum skipum viðvíkur, eru serstakar avtalur gjørdar við manningarfeløgini, men eisini hesar hava verið - og verða áhaldandi og miðvíst - brotnar.

 

- Manningarfeløgini hava til fánýtis roynt alt, ið roynast kann á friðarligan hátt, at fáa reiðaríini við nevndu oddamonnum at halda seg til sáttmálan og gjørdar avtalur, siga feløgini í almennari fráboðan í dag.

 

- Royndirnar hava ikki borið ávøkstur yvirhøvur, tvørturímóti stendur støðan við og versnar.

 

Feløgini siga, at brotini eru nógv og umfata millum annað hýruskuld, vantandi inngjøld av frítíðarløn, limagjøld og samlagstrygging.

 

Feløgini siga, at tey vita um hesi reiðarí, sum teir báðir í løtuni eru ávikavist stjóri og nevndarformaður í: P/f Baglhólmur, p/f Ocean Group Faroes Ltd., sp/f Sancy Trawl, p/f South Pelagic og skipini, teir í løtuni gera út, eru Asbjørn Senior, Grunnabarð, Tórum K, Pumin K, Lopranshólmur og Beinisvørð.

 

Tey trý manningarfeløgini siga, at hendan ávaringin er eisini send samstarvsfeløgunum hjá teimum trimum manningarfeløgunum í útlondum.