Ávara ímóti tallerkum við eiturevnum í

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk um at ansa eftir

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av tallerkum. Talan er um einnýtis-tallerkar frá Koopman International við sitrónmyndum á. Hetta eru tallerkar, sum eru seldir í Danmark hetta seinasta árið og tí kunnu teir eisini vera í Føroyum.  Orsøkin til ávaringina er, at tallerkarnir lata ov høgar nøgdir av melamini frá sær.

 

Ov stórar nøgdir av melaminu kunnu elva til krabbamein og nýraskaðar og serliga eiga fólk at ansa eftir, ikki at seta tallerkar við melamini í mikrobylgjuovnin. Teir ítøkiligu tallerkarnir, ávarð verður ímóti eru tallerkarnir við Batchnummarunum: 377627 og 366248, og tey hava verið at fáa til keyps síðani í mars í fjør.

 

Fólk, sum liggja inni við hesum tallerkunum, eiga at lata handlinum teir aftur, ella at koyra teir í skrell.