Manningin umborð á Avalon rigga í løtuni til, at gera enn eina roynd at rógva til Føroyar.
Hóast manningin noyddist at venda við, tá teir vóru komnir hálvvegis til Føroyar, so gera teir nú klárt til at leggja til brots aftur.
Tað var fyrradagin, at manningin tók avgerðina at venda við, og komu teir til Stromness í Orkneyoyggjunum í gjár.
Sambært facebook síðuni hjá havrógvarunum, so hava teir ikki mist mótið, men rigga nú til at gera enn eina roynd at náa Føroyar.










