Av ymsum ættum

Veðurmaðurin, Petur Skeel lovar hampiligt veður teir næstu dagarnar.


Eftir at hava kannað veðurkortini og granskað lufttrýstið er veðurmaðurin komin fram til, at tað verður sama veður leygardagin og sunnudagin.

- Í morgin verður nakað av vindi, kanska upp í einar 15 metrar um sekundið, sigur hann.

At byrja við verður hann útsynningur í ættini, men seinni hækkar hann í ein útsynning við møguleikum fyri sólarglottum av og á.

Sama veður verður sunnudagin, men tá verður kanska heldur minni av vindi.

Í komandi viku verður nakað turrari og ikki so nógvur vindur. Hann verður liggjandi av útnyrðingi og viðhvørt av vestri, men møguleiki er eisini fyri at hann lækkar heilt niður í útsynning.

- Hitin fer at liggja millum 7 og 12 stig allar dagarnar, sigur Petur Skeel.