Av virðing fyri Rocky

Silvester Stallone er aktuellur í nýggjasta og sætta Rocky filminum, við sigandi heitinum Rocky VI. Hetta verður tann síðsti av slagnum sigur Stallone við svenska Afton Bladet.

Orsøkin til at Stallone vildi gera henda filmin er tann, at Rocky V var somikið vánaligur, at hann av virðing fyri Rocky Balboa mátti geva honum ein ordiligan enda, sigur Stallone við blaðið.
Rocky filmsrøðin er helst kendastu filmarnir, ið Stallone hevur gjørt, og teir fyrstu filmarnir í røðini verða mettir sum sannar filmperlur.