Av Viðareiði og á Svangaskarð

NSÍ skal seinnapartin í dag spæla í Intertoto ímóti Esbjerg. NSÍ hevur heimavøll á Svangaskarði. Mikukvøldið vann NSÍ 2-0 á heimavølli ímóti Skála. NSÍ tóktist ikki serliga darvað av, at tað síðstu tíðina hevur verið stutt millum dystirnar hjá teimum.
Ian Højgaard noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur. Tað er rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag. Hann skoraði málið, tá ið NSÍ síðsta leygardag tapti 3-1 í Esbjerg.
Esbjerg hevur í hesi vikuni verið í Norðoyggjum. Teir halda til millum stóru fjøllini á Viðareiði, hagar teir komu mikukvøldið aftaná, at teir høvdu tapt 2-0 í Klaksvík. Hósdagin vandu teir tvær ferðir í Klaksvík, og í gjár vandu teir á Svangaskarði.
Ímóti KÍ vóru ikki allir profilarnir á liðnum hjá Esbjerg. Ivaleyst fara teir í dag at spæla við besta liðnum. Í donsku fjølmiðlunum hevur verið roknað við, at NSÍ bara skal vera avgreiðslusøk hjá Esbjerg.