Mánakvøldið 28. november klokkan 19 skipar Bót til Bata fyri hugnaløtu fyri kvinnur, har Turid Horn, forkvinna, fer at siga frá, hvussu tað var at vera rakt av bróstkrabba.
Bót til Bata er ein bólkur hjá Krabbameinsfelagnum, og tiltakið 28. november er ætlað kvinnum, sum hava ella hava havt bróstkrabba.
Á tiltakinum í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, sum varar frá klokkan 19-21 verður eisini høvi til prát og hugnaliga samveru - og tiltakið er ókeypis.
Tær kvinnur, ið ætla sær at verða við til hugnaløtuna, skulu siga frá á telduposti kmf(at)krabbamein.fo - ella á telefon 317959 - innan mánadagin 28. november á middegi.